Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Starvsfólk til Suðuroyar Barnaverndartænastu

6. november 2019

Søkt verður eftir starvsfólki at arbeiða millum 5-10 tímar annaðhvørt vikuskifti, sum stuðul ella hjásiti hjá barni/ungum/familju.

Talan er um starv, har ið uppgávan er at vera til staðar saman við foreldrum og børnum teirra, og at eygleiða og vegleiða, tá ið tørvur er á tí.

 

Vit vænta av tær, at tú

  • hevur námsfrøðiliga, sosialfakliga ella heilsufakliga bakgrund
  • hevur áhuga at arbeiða við børnum og familjum
  • hevur góð samstarvsevni og dugir væl at orða teg, bæði í talu og á skrift
  • kann arbeiða sjálvstøðugt

 

Setanar og lønarviðurskifti

Starvið verður sett sum tímalønt starv eftir § 30 í sáttmálanum millum Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Føroya Pedagogfelag.

 

Umsókn

saman við prógvum, viðmælum kann sendast til barnavernd@tvoroyri.fo innan 15. novembur 2019.

Meira fæst at vita um starvið, við at venda sær til Anniku Jónsveinsdóttir, leiðara, telefon 611090.

 

Last modified: 6. november 2019