Søkt verður eftir einum føstum avloysara at starvast í Páls Høll.
Starvsuppgávurnar eru m.a.
- Standa fyri trygdini í hylinum sum lívbjargari
- dagligu reingerðini av Páls Høll
- Avgreiða kundar og ymiska sølu
- Fáast við ymisk tiltøk, ið verða fyriskipaði í Páls Høll
- Skal verða við, at taka vatnroyndir.
Sum starvsfólk í Páls Høll verður tú partur av einum toymi, ið stendur fyri trygdini, reingerð og kundarøkt.
Arbeiðstíðirnar eru skiftandi dagliga og í vikuskiftinum.
Førleikar tínir
Tú skal duga væl at svimja, kunna standa lívbjargara-royndina, hava telduførleikar og duga at gera reint.
Fyrimunur er, um tú hevur lívbjargara skeið, royndir innan reingerð og/ella royndir innan arbeiði í svimjihøll.
Tú skalt eisini
- vera fyrikomandi
- duga væl at samstarva
- vísa arbeiðssemi og nærlagni
- hava hug og hegni at samskifta og at vegleiða kundum
- kunna arbeiða sjálvstøðugt
- Verða tøkur tá brúk er fyri hesum.
- Verða fleksibul
Løn og setanartreytir:
Størvini eri tímalønt eftir sáttmála millum Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya, lønarflokkur 2.
Umsókn:
Skal sendast til vagur@vagur.fo saman við avritum av prógvum, arbeiðsroyndum, viðmælum o.ø í seinasta lagi 28. august 2020 klokkan 12.
Tú fært meira at vita um starvið við at venda tær til Jens Petur Brattalíð tlf 285000 ella Petry Joensen 733008.
Last modified: 20. august 2020