Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Starvsfólk til endurnýtsluna hjá Vágs Kommunu

1. november 2019

Søkt verður eftir starvsfólki til endurnýtsluna hjá Vágs kommunu, ið er móttøkupláss fyri burturkasti og lutum til endurnýtslu.

HØVUÐSUPPGÁVUR

Arbeiðsuppgávurnar á endurnýtsluni eru í høvuðsheitum:

  • Avgreiðsla, vegleiða og hava eftirlit
  • Pakka / stápla burturkast, sum skal til serviðgerð ella endurnýtslu
  • Reinhald, røkt og annað fyrifallandi arbeiði
  • Halda býin reinan, har ímillum tøma ruskspannir

Harumframt kann roknast við øðrum uppgávum, tí talan er um eitt økið, sum alla tíðina er í menning.

 

FØRLEIKAR

Vit ynskja, at tú:

  • hevur viðkomandi arbeiðsroyndir
  • hevur telduførleika
  • dugir føroyskt og danskt í skrift og talu
  • koyrikort til persónbil

Tað kann vera ein fyrimunur at hava útbúgving ella annan kunnleika innan vandamikil / evnafrøðilig evni. Um tú hevur stóra koyrikortið kann tað eisini verða ein fyrimunur.

Av persónligum eginleikum ynskja vit:

  • at tú ert tænastusinnað/ur
  • er ágrýtin
  • er røkin
  • at tú ert fleksibul
  • og at tú kann arbeiða sjálvstøðugt.

 

SETANARVIÐURSKIFTI

Starvið verður sett skjótast til ber. Løn sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.

Arbeiðstíðin er umleið 35 tímar pr. viku. 

 

MEIRA FÆST AT VITA

Meiri fæst at vita við at venda sær til Dennis Holm, borgarstjóra, á telefon 239304.

 

UMSÓKN

Skal sendast við telduposti til vagur@vagur.fo – og viðmerk “Starvsfólk til endurnýtsluna” í teldupostinum.

Umsóknarfreistin er fríggjadagin 22. november 2019 kl. 12.00.

Vágs kommuna tilskilar sær rætt at velja millum umsøkjarnar ella ongan at seta.

 

 

Vágs kommuna

 

 

Last modified: 1. november 2019