Søkt verður eftir starvsfólki til dagrøktarhúsið hjá Vágs kommunu, at byrja 1. januar 2016 í starv niðursetta tíð.
Vit ynskja, at tú dugir at skapa ein tryggan og fjølbroyttan gerandisdag saman við børnunum:
- Dámar væl at verða úti
- Ert kreativur
- Hevur gott foreldra- og starvsfólkasamstarv.
Lønarviðurskifti:
Starvið verður setta sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Irdi Bjarkhamar, dagrøktarleiðara, á tlf. 239341.
Umsóknir skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi tann 7. desember 2015.
Umsóknir skulu sendast til:
Vágs kommunu
Vágsvegur 30
FO-900 Vágur
Ella vagur@vagur.fo
Viðm. starvsfólk
Last modified: 26. november 2015