Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Starvsfólk hjá Vágs kommunu møta til arbeiðis kl. 11 tann 20. mars

10. marts 2015

A total solar eclipse – but cloud cover means Australia's best viewing area might get only a glimpse

Sólarmyrkingin 20. mars er so stór hending fyri føroyingar, at fólk eiga at fáa høvið at uppliva hesa serstøku hending.

Av somu orsøk er gjørt av, at arbeiðspláss hjá Vágs kommunu ikki lata upp fyrrenn kl. 11 fríggjadagin 20. mars og starvsfólk sostatt ikki skulu møta til arbeiðis fyrr enn kl. 11.

Mong foreldur hava givið til kennar, at tey ynskja at hava børnini heima hendan dagin. Dagstovnarnir í Vágs kommunu kanna tó í løtuni hvør tørvurin er á at skipa fyri ansing áðrenn kl. 11.

Á Læknamiðstøðini er telefontíð sum vanligt millum kl. 8 og kl. 9. Frá kl. 9 til kl. 11 verður telefon-vakt í samband við akutt boð. Eftir kl. 11 er viðtala aftur sum vanligt á Læknamiðstøðini

 

Last modified: 16. marts 2015