Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Starv sum skúlastjóri í Vágs Skúla

20. maj 2015

Vágs-skuli

Hevur tú áhuga og hegni at átaka tær leiðslustarv í føroyska fólkaskúlanum og virka fyri alsamt at menna skúlans arbeiði, so hevur tú møguleika at søkja starvið sum skúlastjóri í Vágs skúla.


Í Vágs skúla eru 196 næmingar í 10 árgangum og 18 lærarar í føstum starvi. Starvið verður sett frá 1. august 2015.

Um starvið
Skúlastjórin hevur fyrisitingarligu og námsfrøðiligu leiðsluna og ábyrgd av virksemi skúlans. Hann skal fremja góðar arbeiðsumstøður og gott samstarv millum skúla og heim og í samstarvi við foreldrini virka fyri, at næmingarnir fáa eina mennandi og fjølbroytta undirvísing.

Harumframt skal skúlastjórin vera førur fyri at inna eina mennandi starvsfólkaleiðslu, skapa umstøður hjá tí einstaka fyri samábyrgd og ávirkan og tryggja, at lærarar skúlans hava umstøður fyri fakligari menning. Eisini skal skúlastjórin skapa virðing fyri skúlanum og leggja dent á støðuga menning.

Førleikakrøv
Umsøkjarar skulu hava fólkaskúlalæraraútbúgving og starvsroyndir í fólkaskúlanum. Harumframt er tað ein fyrimunur, um umsøkjarar hava leiðsluroyndir og útbúgving innan leiðslu.

Setanarviðurskifti
Setanarøkið er undir Mentamálaráðnum við fyribils tænastu í Vágs skúla. Tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar í starvinum. Starvið er flokkað í lønarflokkinum 35.1 sambært
avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.

Umsóknir
Umsókn saman við avriti av læraraprógvi, C.V. og møguligum viðmælum skal verða Mentamálaráðnum í hendi í seinasta lagi 5. juni 2015.

Umsóknin verður stílað til:

Mentamálaráðið
Hoyvíksvegur 72
Postrúm 3279
110 Tórshavn
ella við t-posti: mmr@mmr.fo

Tey, ið ynskja fleiri upplýsingar um starvið, kunnu ringja til Jenny Lydersen, undirvísingarleiðara, tlf. 555044.

Last modified: 21. maj 2015