Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Spillvatnsætlanin í Vági seinastu 4 árini

25. oktober 2016

Vágur-DH

Seinastu mánaðirnar hevur Kringvarpi í tveimum umførum varpað ljós á spillvatnsætlanina hjá Vágs kommunu, har fokus er á, at Vágs kommuna ikki ger nakað sum helst við spillvatnsætlanina. Hetta er ikki í tráð við veruleikan, tí hesa viðmerking.

Krøvini til spillvatnsætlanina fevna í stórum um:

  • at øll hús skulu hava rottanga
  • alt spillvatn frá rottangum skal førast út á streyma sjógv
  • og alt regnvatn skal leggjast í atskild rør og leiðast út á fjørðin ella í áir og vøtn

Vágs kommuna hevur eina góðkenda spillvatnsætlan, har ætlan er løgd fyri hvussu krøvini í kunngerðini um spillvatnsætlan skal førast út í verki.

Hetta valskeiðið hevur Vágs kommuna raðfest eina røð av viðurskiftum, sum hava ligið á láni seinastu árini, tí fíggjarliga rásarúmi ikki hevur verið tað stóra. Millum økini sum kommunan hevur arbeitt við, er eisini spillvatnsætlanin.

So hvørt, sum vegarbeiðið hevur verið framt hesi seinastu 4 árini, eru eisini nýggj rør løgd, soleiðis at vatn frá rottangum og regnvatn er atskilt. Vatn frá rottangum er leitt í pumpuskipan, meðan regnvatn verður leitt í áir, vøtn og út á fjørðin.

Til dømis vóru nýggj rør løgd vesturi í Bø í 2014, soleiðis at næstan øll spillvatnsætlanin fyri økið vestanfyri Gjógvará nú er liðug. Regnvatnið rennur í Gjógvará og á Vatnið, meðan spillvatn frá rottangum verður leitt í pumpuskipanina við Laksá og pumpað vestur á Vágseiðið.

Í nýggja býlinginum við Kykslið er spillvatnsætlanin gjørd liðug, soleiðis at spillvatn frá rottangum fer í pumpubrunnin við Sandin og higani vestur á Vágseiðið, meðan regnvatnið verður leitt á sjógv.

Eisini í vestara parti av Geilini er fokus á spillvatnsætlanina, nú vegurin í vestara parti av Geilin verður gjørdur av nýggjum. Í samband við breiðkan av vegnum, verða eisini nýggjar rørleiðingar lagdar til spillvatn.

Talið av húsarhaldum, sum mangla rottanga minkar í hvørjum, og eru tað nú fá hús, sum ikki hava rottanga, so eisini har eru framstig gjørd.

Á spillvatnsøkinum verður eisini arbeitt við nýggjum loysnum fyri at leiða spillvatn út á streyma sjógv, soleiðis at tað slepst undan at brúka nógvar pengar uppá at pumpa spillvatn.

Fyrstu stigini eru tikin til at leggja nýggjar rørleiðingar eftir botni á fjørðinum og út á streyma sjógv. Hendan loysnin ger at spillvatn rennur sjálvt út á streyma sjógv, uttan at brúka pumpur. Fundur hevur verið við veitarar av loysnum og í løtuni verður arbeitt við uppskoti um hvussu byrjast skal uppá hendan partin av spillvatnsætlanini.

So tá ført verður fram, at onki er gjørt við spillvatnsætlanina í Vágs kommunu, so er tað ikki rætt.

Spyrjast kann um nokk er gjørt?

Svarið vil í stóran mun verða í mun til eyga sum sær.

Tey sum umsita kunngerðina um spillvatnsætlan á Umhvørvisstovuni meta uttan iva, at ov lítið er gjørt.

Men vit, sum búgva her á staðnum, kunnu bara staðfesta, at tað hava verið nógv ting, sum hava ligið á láni, og hevur kommunan tí valt at royna at arbeiða við fleiri viðurskiftum í senn hesi seinastu 4 árini.

Vágs kommuna hevur umframt spillvatnsætlanina hesi seinstu 4 árini til dømis eisini brúkt pengar og orku uppá:

  • at gera barnagarðin Eikilund lidnan
  • uppraðfestingar í Vágs Skúla við lektiukafe, ítrótta- og rørslutímum, spæliplássi, nýggjum teldum, nýggjum vindeygum o.s.fr.
  • latið upp Ungdómshús
  • latið upp Miðlatún við býarbókasavni og Visit Suðuroy skrivstovu
  • stovna Fjarlestrardepil, har m.a. ein flokkur av námsfrøðilesandi var til fyrstu próvtøku í farnu viku
  • at gera stórar tiltrongdar dagføringar í miðbýnum og á grønum økjum kring býin
  • at dagføra bátahylin
  • at gera nýtt kampingpláss við nýggjum hentleikum í Vágs Høll
  • at nýgera síðubygningin í Vágs Høll við skiftirúmum o.ø.
  • at gera ætlan fyri summarhúsøkið
  • at gera dagføringar í Heilsumiðstøðini
  • at tryggja vatngóðskuna hjá borgarum í Vági við at brúka Miðvatn sum rávatns-grundarlag
  • at gera íløgur fyri at spara orkunýtslu (el og olju)
  • at keypa økið til at víðka kirkjugarðin
  • kommunan hevur eisini havt avgerandi leiklut í nýggja Ítróttaháskúlanum
  • og mangt mangt annað.

Talan er um nógv spennandi tiltøk og átøk, sum uttan iva eisini høvdu uppiborið eitt innslag í Kringvarpinum. Og alt eru viðurskifti, sum hava týdning fyri borgaran her á staðnum, og sum Vágs kommuna hevur valt at raðfesta saman við spillvatnsætlanini, ikki uppá bekostning av spillvatnsætlanini.

Komandi árini fer Vágs kommuna sjálvsagt at arbeiða víðari við spillvatnsætlanini, eins og ein røð av øðrum økjum verða raðfest saman við spillvatnsætlanini, júst sum tey hava verið gjørd seinastu 4 árini.

 

Dennis Holm, borgarstjóri

Last modified: 25. oktober 2016