Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Spennandi verkætlan tekur skap

18. december 2019

Ein av spennandi verkætlanum í Vágs kommunu tekur skap á økinum við Sandin. Talan er sjálvsagt um næmingabústaðin til Ítróttaháskúlan í Suðuroy, sum Bústaðir letur byggja, og sum Ítróttaháskúlin kemur at leiga.

Spakin varð settur í í apríl mánað í ár. Økið varð planerað í summar og síðani varð farið undir at byggja. -Og nú tekur bygningurin skap á økinum við Sandin.

Veggirnar í grundhæddini eru stoyptir, gólv er lagt á og nú eru formarnir til 2. hædd av næmingaheiminum settir upp. Við hesum byrjar skapi av bygninginum eisini at gerast sjónligt í økinum.

Sum nevnt, so er tað Bústaðir sum er byggiharri, og Norcon í Vági stendur fyri byggingini av næmingabústaðinum.

Í næmingabústaðinum verður 24 kømur, sum eru ætlaði til tveir ella tríggjar næmingar, alt eftir hvør aldursbólkurin er. Harumframt verður eisini stórur matarsalur, arbeiðsrúm til næmingar, uppihaldsrúm, skrivstova, køkur o.s.fr.

Næmingaheimið skal eftir ætlan standa liðugt seint komandi summar og fer hetta at skapa nýggjar spennandi møguleikar fyri Ítróttaháskúlan í Suðuroy.

Last modified: 18. december 2019