Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Spennandi tiltak fyri vinnurekandi í Suðuroynni

21. maj 2015

Dennis Marzec

Fríggjadagin 22. mai kl. 10 verður spennandi tiltak fyri vinnurekandi í Suðuroynni, tá Dennis Marzec, stjóri á IFabrikken í Sønderborg fer at hava framløgu um “succesrig iværksætteri”.

Dennis Marzec er cand math merc og hevur arbeitt hjá bæði PostDanmark, Falck, LEGO, ECCO og er harumframt ein av stovnarunum til íverksetara-fabrikkina “IFabrikken i Sønderborg” og stovnarin av “Sønderborg Awardprisen”.

Dennis Marzec hevur drúgvar royndir í at vegleiða fyritøkum og íverksetarum í at hepnast við at skapa nýggj produkt og nýggjar fyritøkur. IFabrikkin hevur eisini drúgvar royndir í at vegleiða, tá fígging skal finnast til at fáa eitt gott hugskot til veruleika.

Fríggjadagin 22. mai kl. 10 fáa vinnurekandi í Suðuroynni møguleika at fáa meiri at vita um hvussu arbeitt verður við íverksetan á IFabrikken í Sønderborg og hvussu hesin arbeiðsháttur eisini kann brúkast í. Dennis Marzec fer eisini at tosa út frá evninium “Succesrig iværksætteri”.

Tiltak er ætlað vinnurekandi, men onnur áhugaði, ikki minst íverksetarar, eru vælkomnir til tiltakið, sum verður í Stóra Pakkhúsi í Vági fríggjadagin 22. mai kl. 10.

Meiri kann lesast um IFabrikken í Sønderborg her: http://www.ifabrikken.com/ 

Last modified: 12. august 2020