Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Spennandi royndir við lívrunnum tilfari

31. august 2020

Í mai mánað byrjaði royndarverkætlanin við at skilja matleivdir frá vanliga húsarhaldsruskinum, tá 30-35 húsarhald í Vágs kommunu fóru undir at skilja matleivdir ella lívrunnið tilfar frá vanliga húsarhaldsruskinum. 

Nú eru umleið 3 mánaðir síðani at tunnan við lívrunnum tilfari varð tømd fyrstu ferð. Tá varð lívrunnið tilfar, tøð (seyðalortur) og træspónir blandað saman í kassar til endamálið – og síðani er hetta gjørt 3. hvørja viku. Væntandi er, at hetta verður til mold / sankutøð eftir umleið 6 mánaðum, og kann moldin ella sankutøðini so brúkast aftur í t.d. kommunalum ella privatum urtagørðum.

Royndarverkætlanin gongur sera væl og bæði Heilsufrøðiliga Starvsstovan og Umhvørvisstovan fylgja við stórum áhuga við verkætlanini, og hava báðir stovnar verið á vitjan í summar.

Í farnu viku var Umhvørvisstovan á vitjan og lótu tey sera væl at, og kundu eisini staðfesta, at fyrsta “blandingin” longu er mold-kend (sí eisini myndina niðanfyri), hóast tað bara eru smáir 3 mánaðir síðani fyrsta blanding varð gjørd í fyrstu viku í juni.

Hjalti Thomsen, leiðari av endurnýtsluplássinum hjá Vágs kommunu, greiddi Umhvørvisstovuni frá, at ymiskar royndir verða gjørdar við “blandingunum”, fyri at finna fram til hvør riggar best – og í onkrum av kassunum er hitin farin upp um 70 hitastig, og er hetta tekin um, at processin frá lívrunnum tilfari til sankutøð gongur væl.

Last modified: 31. august 2020