Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Spennandi mánaði við Ole Wich sum listamakara

13. juni 2019

Hendan seinasta mánaðin hevur Vágs kommuna verið í spennandi samstarvi við Ole Wich, sum hevur virkað sum listamakari hjá Vágs kommunu.

Vágs kommuna hevur seinastu árini miðvíst arbeitt við at ganga nýggjar leiðir, skapa nýggjar møguleikar og leggja afturat tí dugnaliga og týðandi vinnulívinum, sum er í Vági. Ein partur fevnir um at skapa nýggj tilboð, fleiri størv og ikki minst størv innan nýggjar vinnur. Ein annar partur fevnir um at hugsa nýtt, og nýtt í breiðastu merking – og er tað eisini her, at tankin um “ein kommunalan listamakara” eigur heima.

Nú tíðin hjá Ole Wich, sum listamakari í Vágs kommunu, er endað, kann bara staðfestast, at tað er heilt imponerandi hvussu nógv Ole hevur latið úr hondum hendan mánaðin, bæði í listarverkum á gongubreytum; listarverkum, sum eru uppsett; listarverk saman við 7. flokki í Vágs skúla – og ikki minst eina røð ev eygleiðingum um ymisk viðurskifti í almenna rúminum í Vági.

Dennis Holm, borgarstjóri, fegnast um eitt sera væleydnað samstarv við Ole Wich og tey nógvu listaverkini, sum eru komin burturúr samstarivum. -Úr rúgvuni eri eg serliga fegin um heiðranina av flakakvinnunum við listarverkinum “Flakakvinnurnar møta klokkan…” – sum varpar ljós á tær mongu kvinnurnar, sum í áratíggjur vóru ein so týðandi partur av arbeiðsmegin í Føroyum og grundarsteinurin undir stórum tali av flaka- og fiskavirkjum – eisini her í Vági -, samstundis sum tær vóru mammur og hildið hús og heim, sigur borgarstjórin.

Ónskvøldið greiddi Ole Wich á fyrilestri í Garðslon í Vági frá tíðini sum listamakari í Vágs kommunu og frá hvussu hann hevur arbeitt listarliga – og hvørjir tankarnir eru handan listaverkini.

Meiri kann eisini lesast um hetta á blogginum hjá Ole Wich her – og á Facebook síðuni hjá Ole Wich.

Last modified: 13. juni 2019