Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Sosialráðgevi til Suðuroyar Barnaverndartænastu í farloyvisstarv

26. oktober 2020

Av tí, at eitt av okkara starvsfólkum fer í barnsburðarfarloyvi, søkja vit hervið eftir einum sosialráðgeva í tíðararvmarkað starv frá 1. februar 2021 til 1. februar 2022. Talan er um fulltíðarstarv.

Tú skal vera útbúgvin sosialráðgevi ella hava aðra viðkomandi útbúgving.

Talan er um eitt avbjóðandi og spennandi starv við góðum starvsfeløgum.

Suðuroyar barnaverndartænasta er staðsett á Tvøroyri og umfatar allar 7 kommunurnar í Suðuroynni.

Endamálið hjá Suðuroyar Barnaverndartænastu er at ansa eftir, at børn og ung, sum vegna sosial vandamál liva undir viðurskiftum, ið kunnu skaða teirra vælferð og menning, kunnu fáa ta hjálp, ið er neyðug fyri at greiða støðu teirra.

Eitt týðandi mál fyri barnaverndartænastuna er at syrgja fyri, at hjálpin verður sett í verk saman við familjuni, at tilboðið er tað besta og at gerandisdagurin hjá barninum og familjuni ávirkast so lítið sum gjørligt.

Arbeiðið umfatar m.a. málsviðgerð, kanningararbeiði, samrøður við børn, ung og vaksin – at stuðla og ráðgeva familjum, børnum og ungum við avbjóðingum, luttøku á tvørfakligum fundum v.m.

Starvið inniber nógv samskifti og samstarv við aðrar samstarvsfelagar. Her verður serliga hugsað um samstarv við málsvigerar, sálarfrøðingar, familjuráðgevar, stuðlar, heilsufrøðingar, starvsfólk á dagstovnum og skúlum.

Vit vænta at tú:

  • Er ábyrjgdarfull/-ur, miðvís/-ur og kann arbeiða sjálvstøðugt
  • Er jalig/-ur av lyndi og dugir at síggja loysnir heldur enn forðingar
  • Hevur góð samstarvsevnir og er fleksibul
  • Er tolin og rúmlig/-ur av lyndi, samstundis sum tú megnar at siga frá og vera avgjørd/-ur í verki
  • Hevur eina jaliga menniskjafatan
  • Dugir at skipa ein gerandisdag saman við viðkomandi borgara/-um
  • Er sálarliga væl fyri
  • Hevur góð evni at samskifta í skrift og talu

Løn

Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Kommunala arbeiðsgevarafelagið og viðkomandi fakfelag.

Umsókn

Skrivlig umsókn, saman við prógvum, viðmælum, CV og revsiváttan skal vera Suðuroyar Barnaverndartænastu í hendi í seinasta lagi 30. novembur 2020 kl. 12.00.

Umsóknin kann sendast sum bræv til:

Suðuroyar Barnaverndartænasta

Postboks 104

800 Tvøroyri

Eisini ber til at senda umsókn v.m. sum teldupost til annika@tvoroyri.fo

Um ikki nóg nógvir kvalifiseraðir umsøkjarar eru til starvið, tilskilar Suðuroyar barnaverndartænasta sær rætt til at søkja av nýggjum.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Anniku Jónsveinsdóttir, leiðara á telefon 229085.

Last modified: 26. oktober 2020