Í Vágs kommunu verður nógv gjørt burtúr sólarmyrkingini og komandi viku verða tiltøk á skránni frá mánadegnum til sunnudagin. Dentur er lagdur á, at tiltøk eru fyri allar aldursbólkar, frá barnagarðsbørnum til eldru borgarar.
Skráin er fjøltáttað og fevnir um tónleikatiltøk, framsýningar, túrar / útferð, fyrilestrar, felags morgunkaffi, kvøldsetu, felags sang og fýrverksshow.
Komandi dagarnir verður her á heimasíðuni hjá Vágs kommunu kunnað um tiltøkini, umframt at ein samlað skrá verður gjørd teldutøk á heimasíðuni og prenta á føroyskum og enskum. Prentaða skráin verður løgd í handlar í Vági, soleiðis at fólk kunnu taka skránna við sær.
Vónandi fara borgarar og vitjandi at njóta vikuna og ikki minst fríggjadagin, tá fulla sólarmyrkingin verður kl. 9.41.
Last modified: 16. marts 2015