Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Sólarmyrkingar tónar í Vági

16. marts 2015

Solar-eclipse

Í samband við sólarmyrkingina fríggjadagin 20. mars er nógvur tónleikur á skránni í Vági. Byrjað verður ónsdagin 18. mars og hildið verður áfram til sunnudagin 22. mars – og øll tiltøkini eru ókeypis.

Dentur er lagdur á, at tónleikaframførslur verða fyri øllum aldursbólkum, tí verður eisini farið bæði í barnagarðin Eikilund, á Eldrasambýlið í Vági og á ellis- og røktarheimið Hamragarð við tónleikaframførslunum.
Harumframt verða eisini konsertir í Vágs kirkju. Og fríggjakvøldið verður felagssangur á skúlalagnum við Gamla Skúla.

Skráin fyri tónleika framførslurnar er hendan

Ónsdagur 18. Mars
Kl. 14:30 Barnakórið hjá Frelsunarherinum framførir á Hamragarði. Øll eru hjartaliga vælkomin

Tórsdag 19. Mars
Kl. 13:00 Næmingar frá Suðuroyar Musikkskúla framføra í Eikilund fyri børnunum.
Kl. 14:30 Næmingar frá Suðuroyar Musikkskúla framføra á Hamragarði.
Kl. 16:00 Næmingar frá Suðuroyar Musikkskúla framføra í Eldrasambýlinum.
Kl. 18:00 – 19:00 Konsert í Vágs kirkju. Kirkjukórið Ljómur og Dagfinn og Torgerð framføra.

Fríggjadagur 20. Mars
Kl. 22:00 Sólarfelagssangur við Gamla skúla (um veðrið loyvir tí)

Sunnudagur 22. Mars
Kl.18:00 – 18:45 Urgu-konsert við Petur Martini Johannesen í Vágs kirkju. Næmingar úr Suðuroyar Musikkskúla luttaka eisini.

 

Last modified: 16. marts 2015