Søkt verður eftir reingerðarfólkið til Vágs kommunu at byrja miðskeiðis í august 2016.
Talan er bæði um tíðaravmarkað og føst størv.
At søkja eri íalt 80 tímar
– 15 tímar pr. viku tíðaravmarkað fyribils fram til 9. oktober 2016
– 20 tímar pr. viku tíðaravmarkað fyribils fram til 31. desember 2016
– 45 tímar pr. viku fast starv.
Møguleiki er fyri at starvast niðursettan brøk um ynskið er til tað. Vinarliga tilskili í umsókn.
Størvini er øll tímalønt samsvarandi sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya og Føroya Arbeiðarafelag.
Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til býráðsskrivstovuna tlf. 239308/733008.
Umsóknin skal vera Vágs kommunu í hendi í seinasta lagi 29. juli 2016 kl. 12.00.
Umsóknin skal sendast til:
VÁGS KOMMUNU
Vágsvegur 30
Fo-900 VÁGUR
ella á vagur@vagur.fo
Last modified: 29. juni 2016