Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Søkt verður eftir reingerðarfólk

16. november 2016

reingerd

Suðuroyar Barnaverndartænasta søkir hervið eftir reingerðarfólki til reingerðing av hølum okkara, sum vit væntandi flyta inn í um ársskiftið. Talan er um eitt starv á fýra tímar um vikuna, arbeiðstíðin er týsdag og fríggjadag frá kl. 16.00-18.00.

 

Søkt verður eftir fólki sum:

  • Hevur viðkomandi royndir
  • Er álítandi, sjálvstøðugt og samvitskufult
  • Virðir sína tagnaðarskyldu.

 

Lønar- og setanartreytir

Starvið verður sett frá 1. Januar 2017. Løn sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðarafelagið og Føroya Arbeiðarafelag.

 

Hvørji eru vit?

Suðuroyar Barnaverndartænasta er ein stovnur ið virkar undir Barnaverndarlógini, og okkara arbeiði fevnir um alla Suðuroynna. Okkara dagliga arbeiði inniber m.a. at ráðgeva og hjálpa familjum og børnum, ið hava tað trupult av einhvørjari orsøk. Vit samstarva somuleiðis tætt við aðrir myndugleikar og stovnar. Tað merkir, at tað koma nógv fólk inn á okkara kontórir, og vit fara somuleiðis ofta út til samrøður, fundir osfr. Tað er av alstórum týdningi, at okkara viðskiftafólk kenna seg trygg og vita, at alt ið fer fram inni hjá okkum, er í trúnaði. Í umsitingini hjá Suðuroyar Barnaverndartænastu starvast fimm starvsfólk, og tað eru hesi fólk, tú kemur at hava mest samband við í tínum starvi.

 

Umsóknir

Skrivlig umsókn við CV v.m. skal sendast til:

Suðuroyar Barnaverndartænasta

Tvørávegur 37

Postboks 104

800 Tvøroyri

 

ella:

 

barnavernd@tvoroyri.fo

 

 

Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 30. novembur kl. 12.00. Viðmerkjast skal “Umsókn reingerðing”. Teir umsøkjarir ið vekja okkara áhuga, verða kallaðir inn til samrøðu, í seinasta lagi eina viku eftir, at freistin er farin.

Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Anniku Jónsveinsdóttir, leiðara, á telefon 229085, ella á teldupost: annika@tvoroyri.fo.

Last modified: 16. november 2016