Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Søguligur skúladagur 15. august 2016

14. august 2016

Mánadagin 15. august 2016 er ein søguligur dagur í føroyskum skúlahøpi, tá Ítróttaháskúlin í Suðuroy hevur fyrsta skúladag.

Ítróttaháskúlin í Suðuroy sá dagsins á vári 2015, og hevur síðani verið arbeitt fram ímóti hesum søguliga degi, 1. skúladegi á Ítróttaháskúlanum.

Í vár varð Guðmundur Joensen settur sum leiðari. Starvsfólk eru knýtt at Ítróttaháskúlanum og hølishentleikar, bæði tá umræður bústaðunum, matarstaði, skúlastovum og ítróttarhølum, eru klárir til stóra dagin.

19 næmingar eru tilmeldaðir hetta fyrsta skeiðið á Ítróttaháskúlanum, sum er í 15 vikur nú í heyst, og er tað við stóltleika, at Vágur tekur ímóti nýggja Ítróttaháskúlanum og næmingunum.

Leiðslu og starvsfólkum á Ítróttaháskúlanum ynskja vit góðan byr, og gleða vit okkum til at nýggi Ítróttaháskúlin og næmingarnar verður sjónligur í nærumhvørvinum.

 

Last modified: 14. august 2016