Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Søkt verður eftir reingerðarfólki / We are hiring cleaning staff (see English translation further down in the ad)

17. december 2020

Suðuroyar Barnaverndartænasta søkir hervið eftir reingerðarfólki til reingerðing av hølum okkara á Sornhúsvegi 22. Talan er um eitt tíðaravmarkað starv á 10 tímar um vikuna.

Søkt verður eftir fólki sum:
• Hevur viðkomandi royndir
• Er álítandi, sjálvstøðugt og samvitskufult
• Virðir sína tagnaðarskyldu

Lønar- og setanartreytir
Starvið verður sett frá 1. februar 2021 ella skjótast gjørligt eftir nærri avtalu og er tíðaravmarkað fram til 1. februar 2022.. Løn sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðarafelagið og Føroya Arbeiðarafelag.

Hvørji eru vit?
Suðuroyar Barnaverndartænasta er ein stovnur ið virkar undir Barnaverndarlógini, og okkara arbeiði fevnir um alla Suðuroynna. Okkara dagliga arbeiði inniber m.a. at ráðgeva og hjálpa familjum og børnum, ið hava tað trupult av einhvørjari orsøk. Vit samstarva somuleiðis tætt við aðrir myndugleikar og stovnar. Tað merkir, at tað koma nógv fólk inn á okkara kontórir, og vit fara somuleiðis ofta út til samrøður, fundir osfr. Tað er av alstórum týdningi, at okkara viðskiftafólk kenna seg trygg og vita, at alt ið fer fram inni hjá okkum, er í trúnaði. Í umsitingini hjá Suðuroyar Barnaverndartænastu starvast sjey starvsfólk, og tað eru hesi fólk, tú kemur at hava mest samband við í tínum starvi.

Umsóknir
Skrivlig umsókn við CV v.m. skal sendast til:

Suðuroyar Barnaverndartænasta
Postboks 104
800 Tvøroyri

ella:

barnavernd@tvoroyri.fo

Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 13. januar kl. 12.00. Viðmerkjast skal “Umsókn reingerðing”.
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Anniku Jónsveinsdóttir, leiðara, á telefon 229085, ella á teldupost: annika@tvoroyri.fo.

English translation

Suðuroyar Barnaverndartænasta (The child protection service) is hiring cleaning staff – one person – to clean our office at Sornhúsvegur 22, Tvøroyri. The job is set to 10 hours a week and is for a limited period of one year.

We are seeking a person who:
• Has relevant work experience
• Is reliable, independent and conscientious
• Respects their professional secrecy/confindentiality

Terms of wages and employment
The employment starts from the 1st of February 2021 or as soon as possible and is limited until the 1st of February 2022. Salary is regulated by the contract between Kommunla arbeiðsgevarafelagið and Føroya Arbeiðarafelag.

Who are we?
Suðuroyar Barnaverndartænasta is an institution, which works in accordance with the Child protecion law, and we cover the entire Suðuroy. Our daily work includes to counsel and help families and children, who are struggling for some reason. We cooperate with other authorities and public institutions. This means that we see a lot of different people in our offices. It is of great value that our clients feel safe and know, that what happens in our office is confidential. We are seven employees in Suðuroyar Barnaverndartænasta and it will be these persons that you will have most contact with in your work.

Application
A written application with CV and more is to be sent as a letter to:

Suðuroyar Barnaverndartænasta
Postboks 104
800 Tvøroyri

or as an email to:

barnavernd@tvoroyri.fo

The application deadline is Wednesday the 13th of January at 12 o’clock (noon). Name the application “Application cleaning staff”.
If you want more information about the job, you are welcome to call or write to Annika Jónsveinsdóttir, manager, on phone number 229085 or email annika@tvoroyri.fo.

Last modified: 17. december 2020