Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Smátturnar við Laksá taka skap

12. august 2015

Við Laksá (3)

Í næstu viku verða tær fyrstu fimm smátturnar við Laksá reistar.

Tilsamans verða 10 smáttur settar upp við Laksá. Smátturnar eru smíðaðar og klárar at seta upp, nú fundament er stoypt og kloak o.a. er lagt.

Smátturnar koma at verða brúktar bæði í samband við Ítróttarháskúlan í Suðuroy, sum byrjar mitt í september, og harumframt til ferðavinnuna.

Sum nevnt verða tær fyrstu fimm smátturnar reistar í komandi, og verður síðani farið undir at gera klárt at seta hinar fimm smátturnar upp.

Tað eru privatir íleggjarar, sum byggja smátturnar.

 

Mynd: Torkil Strøm

Last modified: 12. august 2015