Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Smátturnar í Vági – ferðist í Suðuroy

3. juni 2016

Smátturnar í Vági, sum liggja í sera hugnaligum umhvørvi við Laksá og lundina / parkina á Sandinum í Vági, eru nú tiknar í nýtslu.

8 av 10 smáttum eru lidnar og farið er undir at gera tær báðar seinastu lidnar. Tá allar smátturnar eru lidnar, eru 60 nýggj songjapláss komin til ferðavinnuna í Vági og Suðuroynni.

Smátturnar liggja í sera hugnaligum umhvørvi og eru eisini sera hugnaligar at koma inn í. Tvey kømur eru við 2 sengrum í hvørjum kamari. Á hemsini eru eisini 2 sengur. Køk og stova er í einum og so er sjálvsagt wc og bað. Smátturnar hava ókeypis internet.

Á økinum við smátturnar er eisini innigyrt økið við sauna og heitum potti.

Fleiri myndir av smáttunum er á Facebook – sí her.

Last modified: 3. juni 2016