Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Skúlatannlæknin fer frá vegna aldur

7. december 2015

Magni Eidesgaard Petrea Hjalt tannlæknastovan

Skúlatannlæknin í sunnaru helvt í Suðuroy tey seinastu 40 árini, Magni Eidesgaard, fer nú frá vegna aldur.

Magni byrjaði sum tannlækni í Vági í 1975. Tey fyrstu árini virkaði tannlæknastovan í Gamla Skúla. Men tá nýggj Heilsumiðstøð varð bygd á Løðhamri í Vági fyrst í 1980unum, varð tannlæknastovan eisini flutt undir somu lon, sum læknar, sjúkrasystur, laborantar, kostráðgevi o.o. húsast.

Við Magna hava vit havt eina góðan og trúfastan tannlækna í samfull 40 ár. Magni hevur verið við til at byggja upp tannrøktina í kommununum í syðru helvt av Suðuroynni frá grundini, og hevur eisini staðið fyri at skipa tannrøktina, so hvørt broyting og menining hevur verið innan økið. Hesi 40 árini hevur Magni “på godt og ondt” havt samband við heilt stóran part av fólkinum her á staðnum, og ongin ivi er um, at tænastan frá skúlatannlæknastovuni hevur verið við til at bøtt um lívskvalitetin og trivnaðin her á staðnum.

Vágs kommuna takkar Magna hjartaliga fyri tað stóra arbeiði hann saman við klinikkassistentunum Ingun Poulsen og Petreu Hjalt hevur framt á tannrøktarøkinum seinastu ártíggjuni. Og fara vit eisini at ynskja Magna, Ingun og Petreu blíðan byr í framtíðini.

Nú Magni eftir eitt 40 ára tíðarskeið sum tannlækni fer frá vegna aldur endar eisini eitt tíðarskeið við kommunalum skúlatannlækna í syðru helvt í Suðuroy, tí avtala er gjørd við tannlæknastovuna hjá Rudie Thomsen í Vági um at røkja skúlatannlæknatænastuna í økjunum.

Last modified: 7. december 2015