Á kommunuskrivstovuni er eitt læruplássi í skrivstovuyrkinum – fyrisiting – leyst at søkja til setan 1. oktober 2016.
Umsøkjarar mugu hava staðið FHS-, HH-, Students- ella HF-prógv.
Umráðandi at umsøkjararnir hava góðar telduførleikar, eri áhuga/ur og ágrýtin í at læra at nýta tekniskar skipanir.
Lærutíðin verður fastløgd alt eftir, hvat prógv næmingurin hevur frammanundan.
Løn verður veitt eftir sáttmála millum Kommunala arbeiðsgevarafelag Føroya og Starvsmannafelagið.
Umsóknarfreist:
Umsókn saman við prógvum og møguligum viðmælum verður at senda til Vágs kommunu innan 05. september 2016 kl. 12.00.
Viðmerkt skrivstovunæmingur.
Vágs Kommuna
Vágsvegur 30
FO-900 Vágur
ella vagur@vagur.fo
Last modified: 18. august 2016