Skráin fyri Heystardagar í Vági er her.
Leygardagur 13. oktober
Kl. 9.30 – 11.00 Almennur morgunmatur
Almennur ókeypis morgunmatur í Billardhúsinum, har Arnfinnur Bjarkhamar kl. 10.30 fer at greiða frá søgnini um Tofta Regin.
Kl. 11.00 Standmyndin av Tofta Regin avdúkað
Avdúking av standmynd av Tofta Regin vestur á Sandinum við røðum og felagssangi. Tað er italumaðurin Gianfranco Nonne, sum hevur búð í Vági í nógv ár, sum hevur gjørt standmyndina av Tofta Regin.
Sunnudag 14. oktober
Kl. 8.30 – 10.15 Páls Høll opin.
Kl. 11.00 Konfirmatíons-gudstænasta í Vágs kirkju við Patrick de Neergaard, presti.
Kl. 14.00 – 16.00 Páls Høll opin.
Mánadagin 15. oktober
Kl. 8.30 – 9.15 Ókeypis morgunsvimjing í Páls Høll.
Kl. 16.00 – 18.15 Páls Høll opin.
Kl. 19.00 Filmsvísing í Miðlatúni: Suðuroy, the island of wind
Heimspremiera av Italskum dokumentarfilminum “Suðuroy, the island of wind” hjá Valter Torri. Filmurin er upptikin á sumri í 2017. Dokumentarfilmurin er á italskum, men hevur enska undirtekst.
Týsdagin 16. oktober
Kl. 12.00 Eldradøgurði á Hamragarði
Eldradøgurði fyri borgarar, sum eru 65 ár og eldri verður á Hamragarði. Á matarskránni er lambakjøt v/fløtaeplum, valdorfssalat og brúnari sós. Omaná verður te, kaffi og jarbertrifla. Kostnaður 30 kr.
Tey, sum ynskja at luttaka í felags døgurðanum á Hamragarði týsdagin 16. oktober kl. 12 verða biðin um at boða frá í Miðlatúni á tlf. 239390 í seinasta lagi fríggjadagin 12. okt. kl. 16.00
Tey, sum ynskja bil vestur á Hamragarð, verða somuleiðis biðin um at siga frá í Miðlatúni á tlf. 239390. Bilur má bíleggjast í seinasta lagi mánadagin 15. okt. kl. 14.
Kl. 16.00 – 18.00 Ruth Smith Savnið í Gamla Skúla er opið.
Ónsdagin 17. oktober
Kl. 9.00 – 15.00 Hondbóltsskúlin hjá VB í Vágs Høll og í Marghøllini.
Kl. 16.00 – 18.00 Ruth Smith Savnið í Gamla Skúla er opið.
Kl. 16.00 – 18.15 Páls Høll opin.
Kl. 21.00 Aftankvirra í Vágs kirkju við luttøku av Hans Jacob Hjelm.
Tórsdagin 18. oktober
Kl. 9.00 – 15.00 Hondbóltsskúlin hjá VB í Vágs Høll og Marghøllini
Kl. 12.00 – 18.00 Leikaland í Páls Høll og Marghøllini.
Kl. 16.00 – 18.00 Ruth Smith Savnið í Gamla Skúla er opið.
Kl. 17.00 – 18.00 Tak súkluna, lat bilin standa!
Vágs Kommuna hevur ætlanir um at blíva “grøn”. Sjálboðin hava í hesum sambandi tikið stig til tiltakið “Tak súkluna, lat bilin standa”. Fyriskipararnir siga: lat okkum seta bilin og taka súkkluna og súkkla í 1 tíma tórsdagin 18. okt. frá kl. 17 til kl. 18..
Fríggjadagin 19. oktober
Kl. 12.00 – 18.00 Leikaland í Páls Høll og Marghøllini.
Leygardagin 20. oktober
Kl. 12.00 – 18.00 Leikaland í Páls Høll og Marghøllini.
Sunnudagin 21. oktober
Kl. 8.30 – 10.15 Páls Høll opin.
Kl. 14.00 – 16.00 Páls Høll opin.
Last modified: 12. oktober 2018