Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Skrá fyri Nordisk Kystkultur Festival 2016 “Havet som næringsvej”

5. juli 2016

Føroya-Regatta-Johanna

Skráin fyri strandamentanarstevnuna Nordisk Kystkultur Festival 2016, sum verður í Vági í døgunum frá 6. juli til og við 10. juli.

Ónsdagin 6. juli 2016

Kl. 10.00 Gongutúrur við ferðaleiðara  eftir Trælagøtu niðan á Eggjarnar og á Rútafelli (túrurin tekur umleið 3 tímar, kostnaður 100 kr.) Tilmelding hjá  Visit Suðuroy í Vági (info@vagur.fo tlf. +298 739390) áðrenn kl. 16.00 Týsdagin 5. juli.

Kl. 17.00 “Søguslóðir í Vági” við ferðaleiðara (túrurin tekur umleið 1 tíma, ókeypis)

Kl. 18.30 “Lokalur matur úr sjónum” á Hotel Bakkanum.

Kl. 20.00 Hálvfinalan í EM á stórskíggja í Stóra Pakkhúsi (ókeypis).

 

Tórsdagin 7. juli 2016

Kl. 18.30 Fyrilestur í Miðlatúni: Ludvig Hansen (GR) hevur fyrilestur um grønlandska Umiaq-konebåd og grønlendsku kajakkina. (fyrilesturin tekur uml. ½ tíma, ókeypis).

Kl. 20.00 Hálvfinalan í EM á stórskíggja í Stóra Pakkhúsi (ókeypis).

Kl. 22.00 Konsert við Hanus G. Johansen og norsku Jorun Marie Kvernberg í Stóra Pakkhúsi.
(atgongumerkið à 100 kr. fáast við dyrnar).

 

Fríggjadagur 8. juli 2016

Kl. 15.00 Nordisk Kystkultur 2016 og Føroyska Regatta’in 2016 byrjar. Livandi verkstøðini og framsýningar í teltum á keiini  í Vági lata upp. Kaffi / te telt og aðrir sølubásar lata upp.

Kl. 15.00 Konsert í Miðlatúni við tónleikabólkunum Siiva og Tukummeq (konsert í umleið ½ tíma, ókeypis tiltak).

Kl. 16.00 Fyrilestur í Miðlatúni við Liv Hadsel Bjerknes og Vilhelm Bjerknes: En historisk reise for Norges selvstendighet. Bergen kystlags rotur med Vengebåten Enigheden fra Bergen til Lærdal i 2014 som ledd i 200 års feiringen av den norske Grunnloven i 1814, formidlet i bilder, film og ord.

Kl. 17.00 Fyrilestur í Miðlatúni við Anders Berg: “Segelfartygen lever”. Det visar segelsjöfartens sista år som yrkesfartyg, förfallet och exempel på lyckade restaureringar och avslutas med våra seglande skepps plats i dagens och framtidens samhälle.

Kl. 17.30 Mat-sølan í teltum á keinii lata upp og er opin til kl. 21.30.

Kl. 18.00 Regatta-flotin við føroyskum og norðurlendskum skipum siglir inn og legst við bryggju.

Kl. 19.00-21.00   Føroysku træseglskipini hava opið skip, har fólk kunnu koma umborð og síggja, hvussu lívið varð umborð í sluppunum í gomlum døgum. Manningar vísa runt og greiða frá.

Kl. 19.30 NORDISK KYSTKULTUR 2016 VERÐUR ALMENT SETT:

Dennis Holm, borgarstjóri bjóðar vælkomin.

Aksel V. Johannesen, løgmaður, setir Nordisk Kystkultur 2016.

Formaðurin fyri felagið Føroysk Træseglskip, Hans Eli Hansen, og formaðurin fyri Felagið Kysten í Norra, Asgeir Svendsen, bera fram heilsan.

Tvøroyrar hornorkestur og Orðið á borðið luttaka við tónleiki og sangi.

Kl. 21.30 Felagssangur í stóra teltinum á keiini.

Kl. 22.30 Føroyskur dansur í stóra teltinum á keiini til kl. 23.30 við luttøku av Jómsvíkingum og Sumbiar Dansifelag.

 

Leygardagin 9. juli 2016

Kl. 9.00 Útferðir við ferðaleiðara  í náttúruni kring Vág. Túrurin tekur umleið 3 tímar, kostnaður 100 kr. Tilmelding hjá Visit Suðuroy (info@vagur.fo tlf. +298 239390).

Kl. 10.00 Livandi verkstøðini og framsýningar- og sølubásarnir á keiinii í Vági lata upp.

Kl. 11.00 Fyrilestur í Miðlatúni við Kristján Sveinsson (ÍS): Selv om Island og Færøerne ligger rimelig tæt på hinanden har det ikke altid været let at rejse fra det ene land til det andet. Med dampskibene kom der muligheder for regelmæssig rutefart mellem Danmark, Færøerne og Island. Historien om denne udvikling fortælles og der funderes lidt over dens betydning.

Kl. 12.00-14.00 Døgurði á Hotel Bakkanum (fiskafrikadellir og eplir, goldið verður á staðnum).

Kl. 12.00 Fyrilestur í Miðlatúni við Jóan Pauli Joensen (FØ): Klipfisk og færøsk fiskeri. Fyrilestur um klipfisk sum brand og klipfisk í søguligum sjónarhorni.

Kl. 12.30 Grindabátarnir og útlendskir bátar sigla á fjørðinum.

Kl. 13.00 Kaffi / te telt og aðrir sølubásar lata upp í teltum á keini í Vági.

Kl. 13.00 Filmsvísing í Miðlatúni: Vestureyjar Breiðafjarðar. Bredebugtens Vesterøer, en film i to deler fra forskellige perioder. Den første del blev filmet af Óskar Gíslason i 1959, den senere og yngre del blev filmet af Vilhjálmur og Ósvald Knudsen i 1967. (Omkring 50 min., ókeypis tiltak).

Kl. 13.30 Framvísing av trummu / maskudansi í stóra teltinum við Varna Marianne Nielsen (tekur 15 min.)

Kl. 14.00 Føroysku regatta-skipini eru opin fyri almenninginum fram til kl. 17.00

Kl. 14.00 Spennandi skattajakt fyri børn ( 5—12 ár).

Skattajaktin byrjar umborð á Westward Ho og varir 1 tíma. Luttakararnir fáa stutta leiðbeining og byrjað verður í bólkum við 3 min. millum hvønn bólkin. Hvør luttakari fær eitt skattakort – ein vaksin er vælkomin at luttaka saman við børnunum.

Vinningur: Okkurt spennandi verður til børnini.

Kl. 14.00 Fyrilestur í Miðlatúni við Poul Andreasen um reiðaravirksemi og fiskivinnuna í Vági í søguligum sjónarhorni.

Kl. 14.30 Mynstring sum í gomlum døgum í stóra tjaldinum – við manning av Draganum og sýslumanninum.

Kl. 15.00 Framførsla í stóra teltinum á keiini við tónleikabólkunum Siiva og Tukummeq (konsert í umleið ½ tíma, ókeypis tiltak).

Kl. 15.00 Filmsvísing í Miðlatúni: Skipperen på Kamalie af Lister, Tore B. Johansen (NO), med tre film, blant annet om listerbåten «Prøven» og om kystkultur. (Omkring 45 min., gratis entre).

Kl. 15.45 Dansistovugaman skipar fyri dansiframsýning í stóra teltinum á keiini.

Kl. 16.00 Konsert í Vágs kirkju v/Jóannes Nolsøe, Eyðun Nolsøe og Rúna Brattaberg

Kl. 16.00 Fyrilestur í Miðlatúni: Erland Viberrg Joensen (FØ): Verkætlanin á hvalastøðini við Áir – ein mentanarsøgulig lýsing av einari føroyskari hvalastøð av norskum uppruna. Í framløguni verður varpað ljós á tey ymsu søguskeiðini í hvalaveiðisøguni. Dentur verður lagdur á hvalastøðina við Áir, og verður hon sett inn í ein søguligan samanhang.

Kl. 17.00 Fyrilestur í Miðlatúni: Tore Friis-Olsen (NO) “Nordisk klinkbåttradisjon på UNESCO liste” spesielt med fokus på og diskusjon om grindabåter og andre tradisjonelle færøyiske båter.

Kl. 17.00 Sumbiarkórið framførslu í stóra teltinum á keiini.

Kl. 18.00 Filmsvísing í Miðlatúni: Súðbyrðingur – saga báts. Den klinkebyggede båd – en levnedsbeskrivelse. Dokumentar af Ásdís Thoroddsen (Omkring 57 min., ókeypis tiltak)

Kl. 18.00 Orðið á borðið syngur í stóra teltinum á keiini.

Kl. 18.00-21.00 Grillbúffar (kr. 150) og pylsur v/breyði og drekka kunnu keypast í stóra teltinum á keiini.

Kl. 19.00 Livandi verkstøðini og framsýningar- og sølubásar á keiini lata aftur.

Kl. 19.00 Framførsla í stóra teltinum á keiini við tónleikabólkunum Siiva og Tukummeq (konsert í umleið ½ tíma, ókeypis tiltak).

Kl. 20.00 Framvísing av trummu / maskudansi í stóra teltinum í keiini við Varna Marianne Nielsen (tekur 15 min.)

Kl. 21.00 Nordisk Kystkultur stýrið takkar fyri Nordisk Kystkultur Festival 2016 og festival-stafettin verður handað til næstu Grønlands, sum í 2017 skipar fyri ráðstevnu í Nuuk um Nordisk Kystkultur. Í 2018 verður Siglufjørður í Íslandi vertur Nordisk Kystkultur Festival.

Kl. 21.30 Livandi tónleikur í stóra teltinum á keiini (Nærri skrá seinni)

Kl. 23.00 Dansur í stóra teltinum á keiini við Hans Jacob & Vinmenn. Atgongumerkir á 150 kr.

Kl. 04.00 Dansurin endar

 

Sunnudagin 10. juli 2016

Kl. 11.00 Regatta-gudstænasta í Vágs kirkju við Patrick de Neergaard. Kirkjukórið Ljómur luttekur.

Kl. 14.00 Regattaflotin siglur av Vági, tá endar Føroya Regatta 2016.

 

Last modified: 5. juli 2016