
Skótaliðið Royndin skipar saman við Miðlatúni fyri einari stórari teknikapping í samband við at tað í ár eru 100 ár síðan, at Merkið varð teknað.
Kappingin er fyri aldursbólkarnar:
- Undir skúlaaldur
- 1. til 3. flokkur
- 4. til 6. flokkur
- 7. flokkur og eldri
Vit vilja fegin fáa so nógvar tekningar sum møguligt í A4 stødd, og tí kann hvør luttakari lata 2 tekningar í part.Talan kann verða um tekningar, klipp og lím ella okkurt annað kreativt, sum mann sjálvur finnur upp á. Treytin er, at
Merkið er umboðað.Tekningarnar ella verkini skulu latast inn í Miðlatúni í seinasta lagi tann 23. apríl. Vinnararnir verða kunngjørdir tann 25. apríl. 1., 2. og 3. pláss í hvørjum bólki fær ein vinning.Framsýning av øllum tí innlatna verður í Miðlatúni Flaggdagin og tvær vikur fram. Vónandi verður undirtøkan góð.
Last modified: 8. april 2019