Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Skipanin við lívrunnum tilfarið eydnast væl

23. december 2020

Síðan mai mánað í ár hava 35-40 húsarhald í Vágs kommunu heima við hús skilt lívrunnið tilfar frá vanliga húsarhaldsruskinum. Lívrunna tilfarið er inni í húsinum tømt í ílat við mais-posa, sum upploysast í náttúruni, og síðani tømt í tunnu uttanfyri húsinum, sum kommunan so hevur tømt triðju hvørja viku.

Hesir 7 mánaðirnar skipanin hevur verið virkin hava húsarhaldini skilt tilsamans 3.300 kg. av lívrunnum tilfari frá vanliga húsarhaldsruskinum. Í miðal er talan um umleið 400 kg. av lívrunnum tilfari hvørja ferð tømt er.

Tey størri húskini, t.d. barnafamiljur, hava í miðal havt skilt 5-6 kg. av lívrunnum tilfari frá um vikuna, meðan tey t.d. pør og støk í miðal hava skilt 3-4 kg. av lívrunnum tilfari frá vanliga húsarhaldsruskinum hvørja viku.

Skiljing av lívrunnum tilfari hevur havt stóra ávirkan á gráa posan til IRF, tí grái posin er lætnaður við 30-35% hjá teimum húsarhaldunum, sum eru við í skilji-skipanini.

Lívrunnað tilfarið er í kommunalari skipan við sankutøðum blandað saman við træspónir og tøð og eftir 6-7 mánaðir er lívrunnað tilfarið broytt til mold, sum kann fara út í náttúruna aftur. Hjalti Thomsen, leiðari av endurnýtsluplássinum, greiður frá, at fyrstu blandingarnar blivu til mold longu í oktober og gekk hetta nakað skjótari enn væntað.

Í ár hevur Umhvørvisstovan og Heilsufrøðiliga Starvsstovan verið á vitjan á endurnýtsluplássinum í Vági og hava fingið frágreiðing um kommunalu skipanin við lívrunnum tilfari og sankutøðum. Stovnarnir lata sera væl at skipanini og er skipanin eisini at kalla klár til at fáa umhvørvis góðkenning.

Frá byrjanin hevur tað verið ætlanin, at skipanin komandi 1-1½ árið skal víðkast til at fevna um øll húsarhald í Vágs kommunu.

 

Last modified: 23. december 2020