Vágs kommuna fór í januar undir at skipa samband og samstarv við lesandi úr Vági, sum eru norðanfjørðs ella uttanlands í lestrarørindum.
Ein liður í hesum samstarvi fevnir um at Vágs kommuna hjálpir lesandi at finna praktikkpláss í samband við útbúgvingian og at fáa relevantar arbeiðsroyndir í lestrartíðini.
Skipanin við arbeiðsroyndum fór at virka í summar og tann fyrsta, sum hevur verið í arbeiðsroynd er Sunrid Hansyardóttir Kærbech.
Sunrid Hansyardóttir Kærbech, sum lesur til sosial ráðgeva, hevur í summar arbeitt á felags sosialu deild hjá Vágs og Porkeris kommunu. Sunrid sigur, at tað hevur verið spennandi og mennandi at fáa møguleika at fáa relevantar arbeiðsroyndir í útbúgvingartíðini.
Vágs kommuna fegnast um at áhugi er fyri at koma í starvsroynd og praktikk hjá kommununi. Hetta er eisini ein góður háttur at halda samband við vágbingar, sum eru undir útbúgving, samstundis sum fólk undir útbúgving fáa innlit í hvørjar uppgávur eru innan ávís fakøkið og hjá einari kommunu.
Vágbingar undir útbúgving, sum hava áhugað í praktikkplássum í samband við útbúgvingina og at fáa hjálpt at fáa relevantar arbeiðsroyndir eru vælkomin at venda sær til Vágs kommunu.
Last modified: 30. august 2013