Fólk frá Tangavirkinum í Vági eru nú farnir undir at skifta hitaverkið – ketil og oljufýring – í Vágs Høll.
Í vár varð farið undir at gera kanningar av øllum oljufýringum og ketlum, sum eru í kommunalum bygningum í Vági. Fleiri av bygninginum eru eldri enn 30 ár og í summum førum, eru ongar dagføringar gjørdar á hitaverkið síðani tað varð tikið í nýtslu. Hugsandi var, at fleiri av oljufýringunum vóru ó-økonomiskar, tí varð farið undir at gera hesar kanningar, sigur Dennis Holm, borgarstjóri.
Eftir at kanningar eru gjørdar, er staðfest, at tað kunnu gerast ávísar sparingar á oljurokningini við at skifta hitaverk.
Í vikuni varð farið undir at skifta hitaverkið í Vágs Høll. Hetta verður alt gjørt eftir tilmæli frá orkuráðgevum hjá MAGN, sum hava gjørt uppskot til loysn fyri hitaverkið, sum nøktar tørvin bæði til Vágs Høll og VB-húsið, tvs. bæði til innandura ítrótt í Vágs Høll og til upphiting av hølum og brúsum / vatni til umklæðingarrúmini.
Hitaverkið í Vágs Høll er hitt sama, sum tá Vágs Høll varð bygd í 1979/1980, so lítið er at ivast í, at har koma at verða ávísar sparingar á oljurokningini, samstundis sum CO2 útlátið í Vágs kommunu minkar, sigur Dennis Holm, borgarstjóri.
Tað ganga allarhelst smáar 2 vikur áðrenn alt arbeiðið at skifta hitaverkið í Vágs Høll er liðugt.
Last modified: 24. september 2013