Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Skift vindeygu í Vágs Skúla

23. august 2019

Áðrenn skúlin byrjaði aftur eftir summarfrítíðina vórðu vindeyguni á ovastu hædd í eldra partinum av Vágs Skúla skift. Og er talan um framhald av miðvísa arbeiðinum at gera dagføringar í Vágs Skúla.

Vindeyguni í lonunum í nýggja skúla eru skift seinastu árini. Og nú standa vindeyguni í sokallaða Gamla Skúla fyri tørni, og eru vindeyguni í ovastu hædd nú skift. Tað er ML Smíð sum hevur framt arbeiðið, sum er væl úr hondum greitt.

Umframt at skifta vindeygu í Vágs Skúla, so eru eisini fleiri aðrar íløgur gjørdar í Vágs Skúla í ár, m.a. er nýggj ventilatión sett upp í smíðhølunum.

Last modified: 23. august 2019