Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Skelting í Vági og kring Vág

23. juli 2021

Í hesi vikuni eru kunningarskeltir sett upp í Vági og kring Vág. Skeltini eru sett upp á staðum, sum eru náttúruvøkur, vælvitjað og sum hava eina søgu at siga. Endamálið við skeltingini er at geva suðuroyingum og vitjandi ein brellbita av ríku søguni, sum er í Vági og kring Vág.

Í eina tíð hava starvsfólk á Visit Suðuroy arbeitt við at gera nýggj kunningar- og býarskeltir. Skeltini eru ment eftir leisti hjá og í samstarvið við Visit Faroe Islands og Sendistovuna. Nýggju skeltini eru sett upp við merkisstaðir og náttúruperlur, har greitt verður frá søgunum, sum hoyra til staðirnar. Útvaldu staðirnir, har skeltir eru sett upp, eru; Eggjarnar, Vágseiði, Botnur og Lopranseiði. Harafturat er kunningarskeltið gjørt til sluppuna Johannu TG326 og sett upp, har sluppin liggur við kei.

Tvey býarskeltir eru eisini sett upp. Eitt stendur mitt í Vági, tætt við Miðlatún, sum húsar Visit Suðuroy og býarbókasavnið, og hitt skeltið stendur á kampingøkinum vesturi á Eiðinum. Býarskeltini vísa á heintleikar og merkisstaðir í Vági, og geva vitjandi eitt yvirlit yvir, hvat Vágur hevur at bjóða. Býarskeltini leiða eisini út á útvaldu staðirnar, har kunningarskeltini standa, og til bygdirnar kring Vág.

Eitt gongutúraskeltið er eisini sett upp, sum vísir gongutúrar eftir øllum bygdagøtunum norðanfyri Vág.

Okur hava valgt at leggja dent á søguna, sum hoyrir til ymsu støðini, fram um bara at lýsa náttúruna. Orsøkin er einføld. Ein sær stórslidnu náttúruna, meðan søgan sjálv ofta ikki er serliga sjónlig á staðnum – í nøkrum førum liggur søgan goymd í bókum á bókasavninum. Sigur Magnus Pauli West, leiðari á Visit Suðuroy.

Skeltini sum komu fyrst út hava longu fingið góða afturmelding frá ferðandi í Vági. Skeltingin steðgar ikki við Vág. Komandi dagarnar verða eisini skeltir sett upp í Porkeri, sum Porkeris kommuna og Visit Suðuroy hava samstarva um.

Last modified: 23. juli 2021