Tórsdagin 14. september skipaði Tekniska deild hjá Vágs Kommunu fyri skeiði um trygd á arbeiðsplássinum.
Øll starvsfólk á tekniska økinum luttóku í skeiðinum, har Karina Nattestad Nolsøe, HTU-samskipari (Heilsu, Trygd og Umhvørvi) hjá Landsverk, kunnaði um trygd á arbeiðsplássinum.
Kunningini fevndi um trygd á arbeiðsplássinum í breiðum høpi, tó við serligum atlit til trygd við arbeiði á vegi, á havnarlagi og á byggiplássum – økir, sum tekniska toymi dagliga virkar á.
Last modified: 19. september 2017