Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Skeið í glaslist í Vágs Kvøldskúla

15. januar 2014

Glaslist

Vágs kvøldskúli hevur ogna sær, ein ovn og útgerð til at brenna glas og at arbeiða við glasi. Í hesum sambandi er ætlanin, at bjóða út 20 tímar skeið í glaslist.

Hettar skeið kemur at fevna um 4 – 5 leygardagar, so um tit eru áhugaði, í at læra, at evna okkurt vakurt, sum bert tú hevur evna til, so er møguleikin her.
Á skeiðnum fara vit at læra, at gera smykkur, eisini fara vit at gera prýðislutir so sum figurar o.a.

Ætlanin er, at byrja leygardagin 25. januar
Tilmeldingargjald 500,- kr. + tilfar.
Tilmelding á tlf. 269567

Vágs kvøldskúli
Tlf. 269567

Last modified: 21. oktober 2014