Fyri fyrstu ferð í fleiri áratíggju lækkar skattaprosentið í Vágs kommunu komandi ár.
Eitt samt Vágs Býráð samtykti á býráðsfundi í kvøld at lækka skattaprosentið úr 23,25 % niður í 23,15 %.
Lækkingin er liður í miðvísari ætlan hjá býráðnum at lækka skattaprosentið í Vágs kommunu, sigur Dennis Holm, borgarstjóri, sum fegnast um, at rúmd er fyri at gera tað eitt sindur bíligari at verða skattaborgari í Vágs kommunu.
Barnafrádrátturin verður framvegis 4.000 kr., men við ársbyrjan í ár, varð barnaansingargjaldið í Vágs kommunu lækkað til millum lægstu í landinum, so eisini á tí økinum verður raðfest at lætta um fíggjarliga hjá barnafamiljum í Vágs kommunu.
Mett verður, at inntøkurnar komandi fíggjarár verða 37,8 mió. kr., hetta er umleið 1,6 mió. kr. meiri enn í fíggjarætlanini fyri árið 2013, tá inntøkurnar vórðu mettar at verða 36,2 mió. kr.
Raksturin av Vágs kommunu verður í 2014 mettur at verða smáar 28,3 mió. kr. Íløgurnar verða umleið 0,8 mió. kr.
Í 2014 fer Vágs kommuna at rinda 4,85 mió. kr. í avdrátti av lániskuldin og umleið 1,4 mió. í rentum. Vágs kommuna verður væntandi undir 1 álíkning í 2014.
Last modified: 25. november 2013