Fyrstu 8 mánaðirnar í ár hevur Vágs kommuna fingið 664.606 kr. meiri inn í kommunuskatti enn sama tíðarskeið í fjør. Talan er um ein vøkstur á 2,83%.
Í august fekk Vágs Kommuna 3,3 mió. kr. inn í kommunuskatti, og sostatt hevur kommunan fyrstu 8 mánaðirnar í ár fingið 24,2 mió. kr. inn í skatti.
Verður samanborið við undanfarna ár, so vóru skattainntøkurnar fyrstu 8 mánaðirnar í 2013 tilsamans 23,5 mió. kr. Talan er um vøkstur á 664.606 kr. ella 2,83%.
Last modified: 20. oktober 2014