Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur nú gjørt vegleiðing til skipanir, har matleivdir verða gjørdar til sanktutøð. Sum er, er tað bara Vágs kommuna, sum hevur slíka skipan í Føroyum.
Heilsufrøðiliga Starvsstovan var á eftirlitsvitjan í Vági síðst í juni og lótu tey sera væl at skipanini hjá Vágs kommunu, har matleivdir verða savnaðar inn og gjørdar til sankutøð. Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur tó víst á, at matleivdir frá seyða- og geitakjøti skulu ikki í spannina við matleivdum.
Niðanfyri er fráboðanin frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni:
Serligar treytir í Føroyum (til góðkendar sankutøðskipanir)
Í Føroyum er ridluskriði staðfestur fleiri staðni og einki góðkent sláturvirki er, sum kann tryggja, at serliga smittandi vevnaður frá seyði við ridluskriða (SRM) verður burturbeindur á rættan hátt.
Um serliga smittandi vevnaður frá seyði við ridluskriða er partur av matleivdunum – sum verða komposteraðar – er vandi fyri at spjaða ridluskriða runt í landinum, tá hesi sankutøð verða brúkt. Tískil ber ikki til at lata matleivdir við seyða -og geitakjøti til komposteringar, soleiðis sum viðurskiftini eru í dag.
Last modified: 9. juli 2020