Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Settu fokus á sølu

23. september 2013

2013-09-Soluskeid

Í farnu viku stílaðu Vágs kommuna og Suðuroyar Sparikassi fyri søluskeiði í Vági.

Søluskeiðið varð skipað í samstarvi við donsku fyritøkuna Navitas og føroysku fyritøkuna Fegin. Maðurin handan Navitas er Jens Poulsen, sum er serfrøðingur í sølu, og er sera miðvísur og einfaldur í sínari ráðgeving til fyritøkur, sum royna at fáa ein ordra ella ein handil í hús.

Navitast gjørdi fyri tveimum árum síðani samstarvsavtalu við felagið Fegin hjá Niclas Hera Jákupsson, við tí fyri eyga at menna søluliðið hjá føroyskum fyritøkum. Avtalan inniber, at Jens vitjar í Føroyum 5 dagar hvønn mánað, har teir vitja føroyskar fyritøkur.

Í sínum arbeiðið hevur Jens miðvíst fokus á at menna sølufólkini á persónligar plan, og ger hann sær ómak at finna út av, hvat fyri avbjóðingar hvørt starvsfólkið hevur. Hetta var eisini kjarnan í skeiðinum, sum var í Stóra Pakkhúsi í Vági í farnu viku, har vinnufyritøkur í Vági tóku lót.

 

Last modified: 23. september 2013