Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Setnarrøða Ruth Smith fagnaður

7. april 2013

Ruth SmithMánadagin 1. apríl 2013 setti Sirið Stenberg, forkvinna í Mentanarnevndini hjá Vágs Býráð Ruth Smith fagnaðar-dagarnar.

Ruth Smith – fagnaður í Vági 1-7 apríl 2013. Røða til setanina

Tað er ein stórur heiður at fáa loyvi at vera partur av setanini av Ruth Smith fagnaðinum. Ein fagnaður har vikan er sett av til at heiðra Ruth Smith, og hennara lista og lívsverk nú hon hevði fylt 100 ár 5 apríl. Og hvør veit um ikki onnur og áhugaverd tiltøk vera seinni í árinum.

Tað var miðskeiðis í áttati árunum, at Jóannes Nolsøe tók stig til at seta á stovn felag, sum skuldi hava til endamáls at savna og hýsa listini hjá Ruth Smith- og eisini Williami. Hesi uml trýati árini felagið hevur verið til er nógv hent. Nógv góð fólk hava tikið saman hendur, og í dag hava vit eitt savn, sum eg gott haldi vit kunu siga er í listarligum heimsklassa. Tøkk fái tit øll sum hava mannað, og framvegis manna nevndina fyri tað arbeiði tit hava lagt eftir tykkum, og framvegis gera. Tað mugu vera fá støð man sum vitjandi møtir so stórum blíðskapi, og fær so góða frágreiðing um listarverkini sum hjá tykkum.

Páskini eru nú við at vera farin afturum, og byrjanin av Ruth Smith fagnaðinum kemur líkasum framhald av páskinum. Nú eri eg ein av teimum, sum haldi eina størri meining vera við øllum, og eisini hesum. Tá ið man lesur um Ruth Smith og roynir at seta seg inn í hennara lív og lívsumstøður so vendur man aftur til kenslur sum gleði, iva, máttloysi, vónloysi og tungar dagar- og so at enda frið. Júst somu kenslur sum páskini bera boð um.

Ruth Smith gjørdist ikki gomul. Hon doyði í 1958 bert 45 ára gomul. Eftir hana vóru maður og synirnar báðir Leif og Louis. Hetta má hava verið ein ómetalig sorg fyri øll tey nærmastu. Í øllum hesum kann tað vera ein uggi at vita, at listaverkini hjá Ruth liva víðari, og altíð koma at liva víðari, og soleiðs eisini hon gjøgnum tey.

Ruth hevur verið- ella er- nakað heilt serligt bæði listarlig og persónliga. Tað at hon sum ung genta úr Vági ferð til Danmarkar at fáa sær listarliga útbúgving á kunstakademinum var óhoyrt í 30-unum. Í veruleikanu er tað næstan óhoyrt enn tann dag í dag. Hon mátti allatíðina arbeiða hart fyri at fáa ráð til útbúgvingina og mátti tí eisini taka útbúgvingina yvir longri tíð. Hetta vitnar um eina listakvinnu sum visti hvat hon vildi. Hon blívur síðan gift við Morell og flytir heim aftur til Vágs í 48 og fer síðan út á Nes at búgva. Hon fær sostatt 10 ár aftur her á staðnum, og eru tað eisini tey árini hon málar nógv. Allatíðina stríðist hon tó við tvístøðuna millum at vera listakvinna og so kona, mamma og dóttir við øllum tí ið hartil hoyrir. Hon heldur seg ikki megna nakra av uppgávunum. Tá ið hon helt hon skuldi vera mamma, kona og dóttir hevði hon ringa samvitsku tí tankarnir vóru hjá listini. Og tá ið hon sat úti í náttúrini og eygleiddi litirnar og hvussu ymiskir hesir vóru, og vakurleikan í tí, ja so var samvitskan aftur har og segði henni, at hon heldur átti at verið hjá familjuni. Hon kendi á sær, at hon ikki dugdi tað hon gjørdi, og at hon ikki gjørdi tað hon dugdi.

Persónliga verður sagt um hana, at hon var lítillátin og ongantíð helt, at tað hon gjørdi var gott nokk. Vit onnur vita at hennara verk ikki bara var gott nokk, men at tað var, og er, framúr gott, og tí livir enn, og fer at yvirliva okkum øll her inni. Eisini tí heiðra og fagna vit hana nú.

Sum hjá so mongum øðrum listafólkum, so vóru fíggjarligu umstøðurnar hjá Ruth trongar. Tað at hon var so kritisk gjørdi eisini, at hon ikki vildi selja nógv av tí sum hon málaði. Sjálvt listarligt arbeiði hevur nokk heldur ikki verið mett so høgt tá í 30-40-50unum, og serliga ikki hjá kvinnum. Og eg fari at lata spurningin standa ósvaraðan um vit eru nádd so nógv longri øll hesi árini ? Tí hevur Ruth nokk havt nógv at dragast við, og hevur verið undangongufólk. Hvørki samtíðin ella Ruth sjálv dugdu nokk at virðismeta Ruthsa arbeiði nóg høgt. Og ofta er tað so- tey bestu vera alt ov ofta ikki viðurkend og virðismett fyrr enn tey eru farin hagani. Ikki tí, Ruth syndi fram og fekk góð ummæli meðan hon livdi, men bleiv ongantíð so kend ella viðurkend, sum hon hevði uppiborðið, og allarhelst var hennara lítillátna persónsligheit viðvirkandi til hetta eisini. Kanska kann hetta minna okkum á at stuðla og viðurkenna øll tey, sum royna at bróta burturúr nýggjum.

Nú tá ið eg aftur havi havt høvi at seta meg inn í lívssøgu og lívsverkið hjá Ruth Smith, havi eg ofta hugsað um eina yrking hjá Karsten Hoydal sum er yrkt í 1934, og tað er sama tíðarskeið sum tá Ruth Smith byrjaði sína listarligu útbúgving á tekniskeiði hjá Bezzy Høyer, áðrenn hon fór á akademii. Haldi júst henda yrking lýsir so væl akkurát tað, sum eg seti í samband við Ruth, tað at vil man finna tað vakra, so er leiðin ofta ikki løtt, og serliga tann innara leiðin er trupul- hugans bratta bjargaleið. Tí tað vil altíð vera tað innara ynski, og dirvi, at vilja arbeiða og virka fyri tí, sum gevur livinum meining, sum er drívmegin hjá einhvørjari skapandi veru.

Vilt tú finna blómurnar , ongin annar eigur,
gakk so djarvur huga tíns brøttu bjargaleiðir.

Sortugrøs og hjálpirót út av torvu hanga,
fagrast eru blómurnar, har ringast er at ganga.

Barn mítt, mangur undan tær søkti sama lendi
mangur, mangur undan tær sum armur aftur vendi.

Men, mítt barn, um blómur tú vilt finna ongin eigur,
mást tú klúgva huga tíns brøttu bjargaleiðir.

Hetta vóru nøkur ørindi burturúr yrkingini. Og so sanniliga hevur Ruth gingið hugans brøttu bjargaleiðir. Kanska ikki til nóg stóra gleði fyri hana sjálva, men sum ævigir dyrgripir fyri eftirtíðina.

Lititnir hava stóran tydning í myndunum hjá Ruth. Tað verður greitt frá, at hon var stúrin um, at hon seinastu árini helt at eyguni vóru farin at bila. Hon kundi sita tímar og dagar og eygleiða litir, fyri á henda hátt at rita teir fast í minni, fyri soleiðis at hava nakað at minnast á og geva av tá ið árstíðarinnar litir hvurvu. Tí sum tað stendur í bókin um Ruth at ” Hóast allir litir tykjast sløktir so liva teir tó og eru her” Akkurát henda setningin hugsi eg ofta um tá ið eg eri inni á Ruth Smith savninum, at litirnar eru so livandi, og at Ruth tykist so nær, sum um hon á einhvønn hátt hyggur út gjøgnum nógvar av myndunum- og er har.

Tað er nakað serligt at Hansina Iversen vil gleða okkum við sínum myndum í samband við fagnaðin. Allir suðringar kenna listaverkini hjá henni frá Smyrli. Hansina er abbadóttir William, og Ruth er abbasystir hennara. So listagávurnar eru nokk íbornar. Abbi Hansinu, William hevur málað myndirnar á vegginum her inni í Framtíðini, grindadrápið og myndina av Eiðinum. Hann hevur eisini málað sjálva pallmyndina av Vágsbygd og hendurnar, sum taka saman tak um bygdina. Ein sigandi mynd um, at har tøk vera tikin spyrst nakað burturúr, og hinvegin at skal nakar framburður vera, so krevst styrki at standa saman, og saman at taka tøk. Framtíðin er ikki beinleiðis eitt framsyningarhøli, men eg haldi at hon júst til hetta høvi er hóskandi, tí til hetta tiltak eru onnur bond sum binda.

Vágur er sett á Føroyakortið við Ruth Smith fagnaðinum. Listin er sett á Føroyakortið- og hvør veit, kanska eisini útum landoddarnar. Listin kann soleiðis sameina fólk, tí listin kennir ongi landamørk og onga avmarkingar millum fólk annars. Listin er kanska tað, sum skilir okkum frá øllum øðrum verum, tí við listini mennist evnið at reflektera, og at blíva eitt sindur meira tilvitaði sum menniskju. Og tí vónandi klókari.

Tóra fer nú at spæla tvey stykkir fyri okkum. Fyrst Largo hjá Hendel sum fyri meg er so inniligt og sorgblítt og síðan Fur Elise hjá Beethoven sum er eitt kærleikslag um tað man ikki fekk. Eins og málningalistin lysir sinni og sinnisrørslur, so ger tónlistin tað sama. Listin er kanska brot av veruleikanum lyst ígjøgnum ein persón- ella rættari sagt eitt sinnalag. Og Tóra fer so at gera sítt besta at leggja sína tulking í verkini, sum hon spælir fyri okkum.

Við orðunum hjá einum góðum vinmanni um at ”listin er tann skál, sum vit drekka sjálvt lívið úr ” fari eg at lýsa fagnaðardagarnar at vera settar og ynskja Guda signing yvir dagarnar og framtíðina hjá Ruth Smith savninum- og okkum øllum.

 

Sirið Stenberg

 

Last modified: 8. april 2013