Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Seta upp innbúgv o.a. í nýggja barnagarðinum

4. april 2013

2013-04-Barnagardur (3)

Nú er komið somikið áleiðis við nýggja barnagarðinum, at innbúgv o.a. verður sett upp, samstundis sum økið rundan um verður gjørt liðugt.

Fólk frá Tangavirkinum verða fyrsta dagin liðug við at seta upp vaks, wc-kummur o.a. El-innleggjarar frá Gudmund Larsen El-firma í Vági fara í næstum at montera tey seinastu ljósini. Handverkarar frá Suðursmíð hava at kalla gjørt seg lidnar.

Komandi vikurnar verður restin av innbúgvinum sett upp, soleiðis at klárt verður at flyta inn, tá komið verður inn í fyrstu viku av mai mánað.

Arbeiðsmenn hjá kommununi eru farnir undir at gera økið rundan um barnagarðin klárt, soleiðis at spælipláss o.a. kann setast upp.

Fleiri myndir eru niðanfyri.

Last modified: 6. april 2013