Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Seta fokus á vinnumenning og grøn átøk í Vági

15. januar 2013

Vágs Havn

Á býráðsfundi í gjárkvøldið samtykti Vágs Býráð at seta á stovn vinnumenningarbólk og ein sokallaðan grønan bólk.

Endamálið hjá Vinnumenningarbólkinum er millum annað:

At seta fokus á, at styrkja um verandi vinnur í Vági.

Kommunan kann ikki beinleiðis verða eigari í vinnufyritøkunum, men Vinnumenningarbólkurin skipar tó soleiðis fyri, at vinnuaktørar, ráðgevar við ymiskum førleikum o.o. saman fara undir at arbeiða við at menna verandi vinnur.

At seta fokus á, at nýggjar vinnur verður skaptar í Vági
o Vágs kommuna tekur í tann mun tað er gjørligt lut í at fáa lýst hvørjir møguleikar eru í nýggjum vinnuhugskotum.
o Vinnumenningarbólkurin fyriskipar almennum fundum, har fokus er á hvussu vit fáa styrkt um og fjøltáttað vinnulívið í Vági. Hetta er ein týðandi táttur í at fáa skapt meiri virksemi í Vági.
o Skipað verður eitt ráðgevingartoymið, sum kann veita ráðgeving til vinnurekandi, sum ætla at fara undir nýggja vinnu.
o Íverksetanarstuðulsskipanin skal aktiverast.

Endamálið hjá Grøna bólkinum er millum annað, at seta fokus á:
• Grønir kommunalir stovnar
• Brúkaravinarligt rusk- og endurnýtslupláss
• Orkusparandi gøtuljós
• Fleiri grøn økir í býnum, skapa býarrúm og fríøkir í miðbýnum
• Planta trø og runnar í býnum.

Vinnumenningarbólkurin og Grøni bólkur verða mannaðir við fimm umboðum í hvørjum bólki. Í komandi viku verður greitt, hvør fer at manna bólkarnir.

 

Last modified: 27. februar 2013