Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Seks nýggjar leiguíbúðir í Vág

28. januar 2016

Við Kikslið

Tórsdagin 21. januar 2016 var móttøka í Vági í samband við at Bústaðir yvirtaka seks orkuvinarligar og nútímans leigubústaðir.

Tað er Suðursmíð saman við Vágs Timburhandi, ið hava staðið fyri byggjarínum. Talan er um tvey íbúðarhús við tilsaman seks íbúðum.

Fýra íbúðir eru góðar 80 fermetrar til støddar og hinar báðar eru góðar 130 fermetrar. Allar íbúðirnar hava terassu ella altan og egið úthús.

Hóast nakað av seinkingum hava verið vegna veður, hevur arbeiðið gingið væl og er væl úr hondum greitt.

Samlaði kostnaðurin fyri íbúðirnar er góðar sjey milliónir. Leiguprísurin fyri størru íbúðirnar verður uml. 6.500 kr um mánaðin og fyri minnu íbúðirnar uml. 4.500 kr.

Íbúðirnar verða í næstum leigaðar út eftir bíðilistanum hjá Bústøðum.

Sí annars meira um íbúðirnar her.

Last modified: 28. januar 2016