Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Seinasta privata vatnfelagið yvirtikið

31. oktober 2016

brekkugerdar-vatnfelag-2016

Eitt tað elsta privata vatnfelagið, Brekkugerðar Vatnfelag, verður nú yvirtikið av Vágs kommunu.

Vágs Býráð samtykti á býráðsfundi 13. oktober 2016 at yvirtaka Brekkugerðar Vatnfelag. Og á aðalfundi hjá vatnfelagnum leygardagin, varð einmælt samtykt, at selja ognir felagsins til Vágs kommunu frá 1. novembur 2016 at rokna.

Við hesum fer eitt tað elsta privata vatnfelagið í landinum í søguna.

Fyri húsarhald, sum higartil hava fingið vatn frá Brekkugerðar Vatnfelag merkir hetta, at tey í næstu framtíð fáa reinsað drekkivatn frá Vágs kommunu. Vágs kommuna yvirtekur rakstur og viðlíkahald av Brekkugerðar Vatnfelag 1. nov. 2016, og verður farið undir at gera umleggingar, sum føra við sær, at reinsað vatn verður leitt inn á vatnleiðingarnar til húsarhald í Brekkugerðar Vatnfelag.

Á myndini sæst høgru megin gamli brunnurin hjá Brekkugerðar Vatnfelag, tann brunnurin er frá 1950unum. Brekkugerðar Vatnfelag fekk nýggjan brunn í 1990unum, tann brunnurin er vinstru megin á myndini, har hvíta takið sæst.

 

Last modified: 30. september 2019