Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Sandgerðis kommuna á vitjan í Vági

1. juni 2015

Sandgerdi

Fríggjadagin 5. juni fær Vágs Býráð vitjan úr Sandgerði í Íslandi, sum Vágur hevur vinarbýarsamstarv við.

Við úr ferðalagnum úr Sandgerði eru tilsamans 14 fólk, sum umframt býráðslimir í Sandgerði, eisini fevna um fólk úr umsitingini og fólkaskúlanum í Sandgerði. Eisini fótbóltsfelagið Reynir, úr Sandgerði, er á vitjan í Vági um somu tíð, hetta í samband við at Vágs Bóltfelag 5. juni 2015 verður 110 ár.

Á ferðini í Vági er løgd til rættis víttfevnandi skrá, sum fevnir um bæði framløgur og umrøðu av tænastum og tilboðum í Vágs kommunu, vitjan á stovnum í kommununi og útferðir annars.

Ferðalagið úr Sandgerði ferð aftur til Íslands mitt í næstu viku.

 

Um Sandgerði
Sandgerði liggur ytst á Reykjanesi, í ein útnyrðing av flogvøllinum í Keflavík. 1. januar 2013 búðu 1.581 fólk í Sandgerðis kommunu.

Fleiri upplýsingar um Sandgerði finnur tú her: http://www.sandgerdi.is/

 

 

 

Last modified: 1. juni 2015