Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Ruth Smith fagnaður í Vági

30. marts 2013

Ruth Smith

Í døgunum frá 1.apríl og til 6.apríl verður skipað fyri Ruth Smith fagnaði í Vági í samband við 100 ára dagin f. føðing hennara – hin 5. apríl 2013.

Skráin verður henda:

01.04. kl. 15 Musikkskúlin,Vágsvegur 44:

Ruth Smith-fagnaðurin verður settur av Sirið Stenberg, forkvinna í mentanarnevnd Vágs Býráð.

Framsýning við málningum av Hansinu Iversen letur upp. Kirkjukórið Ljómur og Tóra Stenberg Olsen klaverleikari luttaka.

01.04. kl. 16-18 Framsýningarnar á Vágsvegi 44 og 101 opnar.

 

02.04. kl. 16-18 Framsýningarnar á Vágsvegi 44 og 101 opnar.

 

03.04. kl. 10 Vágsvegur 44:” Føroysk kolorisma. Um myndirnar hjá Ruth Smith og Hansinu Iversen. -Frá ekspressivari figuratión til ekspressivu nonfiguratión.” (Fyrilestur v/ Kinnu Poulsen.)

Ólavur Jakobsen gittarleikari spælir verkið Pictures av Kára Bæk, skrivað yvir 4 málningar av Torbjørn Olsen, Frimod Joensen, I. av Reyni og S.J.Mikines.

03.04. kl. 16-18 Framsýningarnar á Vágsvegi 44 og 101 opnar

 

04.04. kl. 16-18 Framsýningarnar á Vágsvegi 44 og 101 opnar.

kl. 17 Vágsvegur 44: Tónleikaframførsla við næmingum úr Musikkskúlanum í Suðuroy

 

05.04. kl. 14-16 Framsýningin á Vágsvegi 44 opin.

05.04. kl. 16.30 Á Gamla kirkjugarði: Minnispláta yvir listarfólkini Ruth og William Smith verður avdúkað av Sirið Stenberg.

Aftaná verður farið vestur á Ruth Smith-savnið, har málningur (sjálvsmynd tilognað savninum) og bringumynd av Ruth Smith – givin av Lions Club Suðuroy – verða avdúkað. Bringumyndin – gjørd av G. Nonne, myndahøggari – verður avdúkað av Einari Larsen. – Kirkjukórið Ljómur luttekur.

 

06.04. kl. 10 Vágsvegur 44: Vágs Býráð vertur fyri almennum morgunmati. Dennis Holm býráðsformaður bjóðar vælkomið. – Øll eru vælkomin.

06.04. kl. 16-18 Framsýningarnar á Vágsvegi 44 og 101 opnar.

kl. 17-17.30 Vágsvegur 44: Klassiskur tónleikur við klaver, klarinett og oboe (Musikkskúlin í Suðuroy)

06.04. kl. 19 Stóra Pakkhús: Nátturði fyri innbodnum gestum.

 

Last modified: 6. april 2013