Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Rørsluátakið “Gangið og rennið í Vági” hvønn mánað

30. januar 2015

Gangid-Rennid-Vagur-10-2014 (6)

Vágs kommuna og Rørslufelagið Hvistan samstarva um at skipa fyri rørsluátakinum “Gangi og rennið í Vági” hvønn mánað í 2015

Vágs kommuna hevur seinastu 2 árini miðvíst sett økt fokus á rørslu, bæði í kommunalu dagstovnunum, í Vágs Skúla, umframt at kommunan hevur gjørt gangi- og renniteinar í Vági.

Nú verður so næsta stig tikið saman við Rørslufelagnum Hvistan. Tí Vágs kommuna og Hvistan hava nú gjørt avtalu um at skipað fyri rørsluátakinum “Gangið og rennið í Vági” ein leygardag í hvørjum mánað í ár.

Tiltakið er skipað á tann hátt, at fólk, sum hava hug at taka lut – hava hug at ganga ella renna ein túr – møta upp á Sandinum í Vági, har kortið við gangi- og renniteinum er.

Á kortinum eru seks teinar í trimum torleika stigum: Lættir teinar, miðal teinar, og krevjandi teinar.  Tað er so upp til tann einstaka at velja hvat torleika stig passar til sín, og so er at fara til gongu / at renna. Áðrenn farið verður til gongu ella at renna, skipar hvistan fyri upphiting.

Rørsluátakið “Gangið og rennið í Vági” er longu skipað tvær ferðir. Fyrstu ferð var í november í fjør og aðru ferð í januar í ár. Og hereftir verður rørsluátakið so hvønn mánað.

Dennis Holm, borgarstjóri, fegnast um samstarvið við Hvistuna, og vónar at fólk fara at taka væl ímóti hesum nýggja rørslu-tilboðnum í Vágs kommunu.

 

Lýst verður í miðlunum hvønn leygardag í februar “Gangið og rennið í Vági” verður.

 

Last modified: 30. januar 2015