Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Rørslu-dagur í Vági leygardagin 21. feb.

18. februar 2015

Gangid-Rennid-Vagur-10-2014 (6)

Vágs kommunu og Rørslufelagið Hvistan skipa leygardagin 21. februar fyri mánaðarliga rørslu-degnum í Vági.

Talan er um afturvendandi tiltak, sum verður eina ferð um mánaðin alt ár.

Leygardagin byrjar tiltakið kl. 11 og møtt verður á Tríkantinum á Sandinum.

Sum vant ber til at velja millum seks ymiskar gangi- og renniteinar í trimum torleikastigum: Lættir teinar, miðal teinar, og krevjandi teinar.

Øll sum hava hug at røra seg er vælkomin. Tú ger sjálv(ur) av, um tú fer ein gongutúr rundan um Vatnið ella ein krevjandi rennitúr niðan á Ryskivatn.

Áðrenn farið verður til gongu ella at renna, skipa Hvistan fyri upphiting.

 

Vónandi síggja vit nógv fólk leygarmorgunin 21. februar 2015 kl 11.

 

Last modified: 18. februar 2015