Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Ronja úr Eikilund vann búmerkja kapping

8. april 2014

Ronja-NLH-04-2014_b

5 ára gamla Ronja Holm Kilgour úr Dagstovninum Eikilund vann búmerkjakapping hjá Norðurlandahúsinum.

Í samband við Barnafestivalin hjá Norðurlandahúsinum, sum á fyrsta sinni varð hildin í ár og sum verður eitt afturvendan tiltak komandi árini, skrivaði Norðurlandahúsið út búmerkjakapping.

Við í kappingini kundu luttaka børn upp til 13 ára aldur.

Børn úr øllum landinum teknaðu og sendu inn til Norðurlandahúsið. Og 62 uppskot vórðu vald til eina dómsnevnd at taka støðu til. Í dómsnevndini sótu listafólk, grafikarar og miðlafólk, og valdu hesu tekningina hjá Ronju Holm Kilgour, sum vinnandi uppskotið.

Mánakvøldið 7. apríl 2014 varð Ronja heiðrað í Norðurlandahúsinum, tá búmerkið varð avdúkað. Og fekk hon umframt heiðurbræv, eisini stóra gávu frá Norðurlandahúsinum.

 

Last modified: 21. oktober 2014