Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Rokningar og avgreiðslugjøld broytt

20. marts 2013

Vagur-2008

Á býráðsfundinum tórsdagin 14. mars 2013 samtykti Vágs Býráð at gera nakrar broytingar í rokningunum í smb. við leigu av neystagrundum, samstundis sum avgreiðslugjaldið á rokningar varð avtikið.

Á býráðsfundinum samtykti Býráðið, at hereftir verða ikki sendar út rokningar til leigarar av neystagrundum, har rokningin er undir 300,- kr.
Orsøkin er, at í samband við leigu av fáum fermetrum, stendur inntøkan ikki mát við tær umsitingarligu útreiðslurnar, hetta førir við sær.

Býráðið samtykti somuleiðis at avtaka øll avgreiðslugjøld. Higartil hevur verið álagt eitt avgreiðslugjald á 50,- kr. í smb. við at rokningar eru sendar fyri leigugrundir. Hetta avgreiðslugjaldið er nú avtikið.

 

Last modified: 6. april 2013