Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Røðan hjá Eydis Kjærbo tá nýggi graslíkisvøllurin varð tikin í nýtslu

21. juni 2018

Eydis Kjærbo, varaborgarstjóri og forkvinna í Mentunarnevndini hjá Vágs kommunu, fluttu fram røðu tá nýggi graslíkisvøllurin á Eiðinum varð alment tikin í nýtslu ónsdagin 20. juni 2018.

Góðu tit øll

Dagurin í dag er ein góður dagur. Eri so glað, tí okur nú kunna taka okkara nýggja graslíkisvøll í nýtslu. Tað eru nokk fleiri við mær, sum gleðast.

Hetta er okra 3 graslíkisvøllur, tann fyrsti kom í 1987. Tað var eitt stórt framstig fyri fótbóltin tá, og nú tá okur hava marghøll og nýggjan vøll, eru umstøðurnar at íðka so góðar, sum ein ikki hevði kunnað droymt um fyri tíð síðan.

Okra ætlan er at gera umstøðurnar í VB húsinum betri, so tað verður tað næsta, sum verður verður gjørt her vesturi.

Tað er ongin ivi í míni sál, at hetta eru væl brúktir pengar, sum okur brúka her á Eiðinum. Onki her í bygdini hevur samlað fólkið so væl, sum ítrótturin hevur. Gaman í hava tað verið upp og niðurgangstíðir í ítróttinum, men samanhaldið, sum itrótturin gevur, er serstakliga gott. Havi sagt so oftani, at lívið uttan Eiðið, VB, FC Suðuroy og nú Suðringar, hevði verið fátæksligt. Alt tað góða, sum hesir felagskapir hava givið mær og mongum øðrum við er “óvurderligt” og kann ikki gerast upp í pengum.

Mín góða omman í Smillum, segði altíð við okkum : Farið á Eiðið, tí so gera tit onki “ondt”, ímeðan tit eru har. Hesi vísdómsorð, sum mín klóka omma kom við, eru framvegis akra líka sonn, sjálvt um tað nú eru nógv ár síðan, hon segði tey.

Tann førning, sum felagskapurin her vesturi gevur ogra ungdómi er ein sera góður førningur, at hava við víðari í lívinum. Her lærur tú at verða saman við øðrum, hava felags mál, venja tít likam og tína sál, og ikki minst at taka tøk, saman við øðrum. Her er mann góður við hvønn annan og stuðlar hvørjum øðrum, tá tað gongur minni gott.

Her uppliva okur gleðistundir og eisini sorgarløtur. Okur kenna øll hvussi lætt lívið kennist ein mánamorgun, tá ein góður sigur eru vunnin dagin fyri, og okur kenna eisini, hvussi tungt tað er at vakna mánamorgun, tá okur hava tapt sunnudag.

Alt hetta gevur “ kulør” uppá lívið og vilja okur ikki verða hetta fyri uttan.

Hetta uppliva okur, tí at her eru so nógv fólk, sum ólønt arbeiða og stríðast fyri ítróttinum her á staðnum. Uttan hesi megnarfólk, ongin ítróttur.

Gott er at merkja fløvan av teimum sum undan eru farin her á Eiðinum, tey hava givið okkum alt hetta, og tey lært tey sum nú stíla fyri, at brúka tær gávur, sum tey hava fingið, rætt.

Nú er at brúka umstøðurnar til fulnar, venja so tykur kunna bjóða øðrum av , og helst vinna á teimum. Eg vil heita á tykum um at fara væl um og verða góð við økið, so okur øll kunna fáa gleði av tí.

Eg vil takka arbeiðsfólkinum, sum hava arbeitt her, fyri hetta vælaverkið.

Tá VB fylti 100 ár yrkti Neptun ein so sera vakran sang. Haldi at hetta eina ørindi hóskar so væl til dagin í dag:

Ikki í krónum, í dollarum ei, virðið av VB kann metast,
fyri hvønn ungling, her spor síni steig, stjørna í krónu, kann setast
So lat ogum standa um felagið fast, um so í vár onkur vónin hon brast
Hjartans tillukku og flúgvandi byr, ynski várt her skal ljóða.

 

Hjartaliga tillukku við vøllinum og má tað gangast okkum øllum væl.

Last modified: 21. juni 2018