Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Røða fyri Óla í Hjøllum og Elin Jacobsen

25. juni 2015

Elin Jacobsen Óli í Hjøllum

Dennis Holm, borgarstjóri, flutti vegna Vágs kommunu fram røðu á móttøkuni fyri Óla í Hjøllum, skúlastjóra, og Elin Jacobsen, lærara, sum nú fara frá vegna aldur.

 

Góðan dagin øll somul og hjartaliga vælkomin !

 

Hesar løturnar í auluni í Vágs skúla eru altíð nakað serligar. Løturnar, tá okur koma saman at takka starvsfólki, starvfeløgum og vinfólki fyri gott samstarv og drúgva tænastu.

Løturnar kunnu sum verða man verða kenslubornar, nú okur við eitt vegamót, skulu fara hvør sína leið. -Skulu skiljast við starvsfelagar, enda eitt áralangt samstarv við arbeiðsgevara og samstarvsfelagar, og leggja arbeiðsdagin her í Vágs skúla afturum.

Men hetta er ikki bara endin á einum tíðarskeiði í lívinum, men so sannliga eisini byrjanin á einum nýggjum tíðarskeiði. Einum tíðarskeiði, har okur í størri mun hava møguleika at brúka tíð uppá onnur ting, – onnur ting, sum okur kanska hava forsømt ella kundu ynskt at okur høvdu meiri tíð til, ella ting sum okur ongantíð hava byrjað, tí arbeiðsdagurin er farin við allari orkuni og allari tíðini.

 

Okur eru savnaði her til móttøku í dag, nú Óli í Hjøllum og Elin Jacobsen fara frá vegna aldur, Óli eftir 27 ár sum skúlastjóri í Vágs Skúla, og tilsamans 44 ár sum skúlastjóri, vara-skúlastjóri og lærari, og Elin sum lærari í 43 ár, 41 av teimum við Vágs skúla.

 

Eg havi verið so heldigur, at eg havi kent Elin ein stóran part av lívinum. Sum børn vóru okur ofta á Nesi hjá Elin og Andrieas Petur og minnist eg hesir dagar sum framúr góðir dagar, antin tað var í fjósinum, í hoynum, á rættinum ella tá Elin tendraði tegnifilm við Anders And og Fedemule, som fóru at fiska. Eg eri eisini millum tey hepnu, sum hava havt Elin sum lærara. Hevði hann í týskum í fólkaskúlanum og so vítt eg minnist eisini í HF – og kann bara staðfesta, at talan var um ein góðan lærara, sum var nærlagdur og ikki minst hevði gefuhl við tí at læra frá sær.

Elsebeth fer um eina løtu vegna Vágs skúla at siga nøkur og tá eisini at handa Elini eina gávu. Men skal eg eisini takka Elini fyri tíðina í Vágs skúla, har hon hevur verið partur av toyminum, sum hevur lagt lunnar undir okkara framtíð.

 

Óla í Hjøllum kom eg at kenna í 1988, tá Óli bleiv skúlastjóri við Vágs Skúla. Hetta var seinasta árið hjá mær í 10. flokki í Vágs skúla.

Óli hevði nokk B-flokkin í rokning og so báðar flokkarnar í fimleiki – og sum framúr góður fimleikari á yngru árum, so var tað ikki heilt frítt, at hann var eitt sindur reyptur í togunum og á gólvinum í fimleikahøllini. Og tann parturin var nokk so stuttligir, tí okur vóru ikki júst von við tað slagi av skúlastjóra.

Men júst tann róligi verimátin var kanska tað, sum gjørdi at okur í veruleikanum høvdu enn størri virðing fyri Óla, og ikki minst eitt øgiliga gott og avslappa forhold til Óla.

Sum 10. flokkur á seinasta ári, so var tað ikki óvanligt, at okur ynsktu, at tað skuldi henda ymiskt annarleiðis – og fóru okur um mark, so kom Óli við sínum róliga, men greiða lyndi, og stutt staðfesti, at hetta var ikki heilt í lagi.

Í vikuni uppundir seinasta skúladag, gjørdu okur ymiskt – haldi at okur hildu tað verða nokk so stuttligt, tað vóru tað nokk fleiri sum ikki vóru so samd í. Tann eina dagin høvdu okur bundið borð og stólar saman og spakuliga lorað tey út gjøgnum vindeyga á ovast hædd – oman móti vegnum. –Haldi tey rukku næstan líka niður á grasplenuna niðanfyri skúlan.

Meðan okur standa og manerera, so fer hurðin upp og inn kemur Óli. Hyggur bara at okkum og sigur so á sínum róliga Toftamál: Dreingir, hatta er ikki so smart hatta har, ha?

Hann segði onki annað, behøvdist ikki heldur ikki. Og eg haldi, at okur føldi okkum nokk so illa løtu seinni, tá okur togaði endan við borðum og stólum innaftur í klassastovuna.

Allarseinasta skúladag, tá okur tveittu Óla og Óla í svimjihylin, ja, hana kunnu okur taka eina aðru ferð.

 

Kvøldið tá prógv varð handað var – júst sum tað vanliga er – ein hátíðarløta her í skúlanum. Og eg minnist gott, at tá eg fór upp eftir próvnum, og Óli handaði mær tað og segði tillukku, at hann eisini spakuliga segði: Hetta er eitt av teimum tyngri próvnum – eitt gott fundament.

Og nettupp hetta við at skapa eitt gott, trygt og støðugt fundament fyri næmingar, foreldur og lærarar er tað, sum hevur eyðkent tíðina hjá Óla í stjórastarvinum í Vágs skúla.

Óla hevur altíð verið nærlagdur í sínum starvi, gingið høgt uppí, at viðurskiftini eru skipaði og góð fyri allar partar.

Hesi seinastu tvey árini hava okur t.d. brúkt nógva tíð uppá at tosa um hvussu skúlagarðurin kann gerast betri og ikki minst við fleiri tilboðum í skúlagarðinum, soleiðis at skúlagarðurin verður innbjóðandi fyri allar aldursbólkar og fleiri áhugamál. Eisini hava okur brúkt tíð uppá at viðgera loysnir í smb. við betra um atkomuna hjá koyristólsbrúkarum og illa gongdum í skúlanum.

-Og er hetta onkursvegna í tráð við Óla, sum eg kenni hann – har dentur verður lagdur á, at tað í breiðastu merking skal verða rúm fyri øllum og øll skulu hava somu góðu viðferð í Vágs skúla.

Nú Óli fer frá vegna aldur skal hendan stafettin gevast víðari – og haldi eg meg kunna siga, at tað er ein skúli, sum hevur verið góðum hondum, sum í næstum verður latin nýggjum stjóra upp í hendurnar.

 

Eg skal vegna Vágs kommunu, vegna Vágs skúla og vegna eitt stórt lið av børnum og ungum, og eisini tilkomnum – Óli hevur jú verið her í nógv ár – og ikki minst vegna foreldur í Vági takka hjartaliga fyri tíðina í Vágs skúla, og takka fyri at tú hevur gingið undan, tá eitt trygt og gott fundament skuldi leggjast undir framtíðina hjá okkara børnum og ungu.

 

Takk fyri

 

Last modified: 25. juni 2015