Vágs Býráð samtykti á fundi 28. September 2020 at broyta byggisamtyktina fyri Vágs Kommunu við ískoyti um fýring og brenniovnar, ið er galdandi fyri allar økispartar, har ásett er, at
– Loyvt er at fýra í ovni, ið eru gjørdir til endamáli.
– Roykur og annað, ið kemst av brenningini, má ikki verða til ampa fyri onnur.
– Byggivaldið kann seta forboð fyri at kynda, um onnur hava ampa av tí.
Vágs Kommuna vil tískil heita á borgarar, ið fýra í brenniovni at taka atlit til grannar og onnur í nærumhvørvinum. Og avmarka um, hvussu ofta man fýrur og umhugsa hvat fyri tilfar, ið fýrt verður við.
Loyvt er at brenna
– Papír og papp
– Óviðgjørdan og turran við so sum træplattar, trækassar og greinar
– Torv, kol og koks o.l.
Ikki er loyvt at brenna
– Litað lýsingabløð og annað blankt papír
– Bildekk, gummi og plast
– Viðgjørdan við – trýstviðgjørdur, málaður og lakkeraður viður
– Spønplátur og træ við plastlaminati
– Innbúgv
– Spillolju og annað vandamikið burturkast.
Víst verður annars til vegleiðing 3/2017 frá Umhvørvisstovuni.
Last modified: 27. november 2020